Rás Tórshavn
? Vónandi verður alt klárt hjá Føroya Tele at yvirtaka í mars mánaða, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri.
Føroya Tele hevur nú fingið neyðugu loyvini frá Vinnumálastýrinum, sum skulu til fyri, at teir skulu sleppa at senda sjónvarp. Nú vanta bert at fáa nøkur smáting uppá pláss uttanlands.
? Vit helst at gera avtalu við Føroya Tele um at leingja avtaluna, sum vit gjørdu seinasta mánaða, í ein mánaða afturat, greiðir Jan Christiansen frá. ? Um hálvan mars skuldi alt so verið uppá pláss hjá Føroya Tele, so teir fáa yvirtikið nakrar av rásunum í endanum av mars.
Enn er ikki greitt um Føroya Tele skal yvirtaka allar fimm rásirnar á Rás Tórshavn. Ongin endalig avtala er gjørd enn, men tað liggur í luftinia, at fyrst vera tvær ella tríggjar rásir yvirtiknar, og so seinni verður restin yvirtikin. Men onki av hesum er rættiliga greitt enn, tí alt skal leggjast fram fyri býráðið fyrst. Hetta er bert samráðingarstøðið.
Sum er nú, so verður BBC World og Prime á Býráðsins hondum, í øllum førum í eina tíð afturat.