Nógv havnarfólk taka undir við ætlanini at fáa Rás Tórshavn at senda aftur.
Tað ljóðar, at tað gekk við miklari ferð at fáa undirskriftir á pappírini, sum í vikuni lógu frammi í nøkrum handlum í býnum.
Úrslitið fæst at vita, tá undirskriftirnar verða handaðar Tórshavnar Býráð í kvøld. Samstundis fer býráðið at viðgera uppskotið um at endurstovna kommunalu tænastuna, sum varð røkt við Rás Tórshavn.
Endurvarpingarstøðin varð sløkt fyrst í december, eftir at býráðið við sáttmála seldi Føroya Tele útgerðina hjá støðini.
Síðani hava nógv fólk kent seg sum tveitt fyri hund og ravn av sínum egna býarstýri.
Vilja tey hava meir enn Svf, mugu tey antin taka av tí dýra tilboðnum hjá Televarpinum, fáa sær parabol sjálvi ella royna at sleppa upp í okkurt býlingafelag, sum hevur felags endurvarping til sínar limir (vanliga bíligari enn hini tilboðini).
Undirtøkan, sum innsavningin av undirskriftum hevur fingið, er greitt dømi um, at tað er fallið havnarfólki fyri bróstið, at býráðið hevur slept teimum upp á fjall í sjónvarpsmálinum.
Við Rás Tórshavn høvdu tey møguleika at fáa einar seks útlendskar rásir, sum fevndu um eitt breitt útboð av fylgisveinasendingum fyri allar aldursflokkar og var eitt fram úr ískoyti til Sjónvarp Føroya.
Her vóru tilboð av ymsum slag frá tónleiki, ítrótti, tíðindum til filmir og aðrar sendingar á skandinaviskum og enskum máli allan dagin.
Nú sita tey eftir við tí avmakaða tilboð, sum Sjónvarp Føroya kann geva teimum ein lítlan part av degnum.
Vilja tey hava eitt tilboð, sum bara líkist Rás Tórshavn, noyðast tey nú at fara djúpt í lumman. Upp í einar 8000 krónur kostar fyrsta árið hjá kommununnar samstarvsfelaga Televarpinum, og tá er tað bert til eitt sjónvarp.
Mær tykir, at Tórshavnar Kommuna hevur gjørt ein vánaligan handil fyri sínar borgarar.
Raksturin av Rás Tórshavn kostaði umleið eina millión krónur um árið.
Skulu øll húski hennara taka av tilboðnum hjá Televarpinum, verður samlaða meirútreiðslan hjá borgarunum fleiri tíggjutals milliónir krónur bara fyrsta árið.
Kúvendingin frá politikkinum ikki at vilja hava parabolar á hvørjum húsi, hevur eisini ført fólk út í valið at fáa sær parabol. Tað sæst longu aftur kring allan býin.
Tí er uppskot lagt fyri býráðið um, at Rás Tórshavn fer at senda aftur, og at kommunan eins og higartil rindar tað, sum hendan frálíka kommunala tænastan kostar.
Spurningurin er so, hvør ið verður í okkara parti.