Rós úr øllum ættum

Um seks vikur flytir Tony Blair úr Downing Street, men longu nú fær hann rós sum ein av teimum stóru leiðarunum

-Ein heilt óvanligur leiðari!

 

Tað var ein av metingunum, sum Tony Blair fekk, eftir at hann í gjár kunngjørdi, at hann fer frá tann 27. juni, og tað var amerikanski forsetin, sum kallaði Blair ein heilt óvanligan leiðara.

 

-Forsætisráðharrin hevur víst seg at hava evni til at arbeiða saman við forsetum úr báðum flokkum og at varðveita eitt gamalt samband og eina gamla samgongu, sum hevur ómetaliga stóran týdning, segði talsmaðurin hjá George W. Bush, forseta, tá Blair hevði boðað frá avgerð síni.

 

ES-formaðurin, týski kanslarin Angela Merkel, rósti Blair fyri avrik hansara sum forsætisráðharri, og formaðurin í ES-nevndini, Jose Manuel Baroso, takkaði Blair fyri gott samstarv. Hann nevndi eisini, at tað er fyri ein stóran part Blair fyri at takka, at ES hevur frægari orð á sær í Bretlandi nú enn fyrr.

 

 

Seinasti sigurin

 

Í gjár valdu tey flestu at seta Blair í samband við Belfast heldur enn Bagdad, og semja er eisini um, at semjan millum teir stríðandi partarnar í Norðurírlandi hevur útvegað Tony Blair eitt pláss í teimum bretsku søgubókunum saman við írska starvsbróðurinum Bertie Ahern.

 

-Líka síðani tann fyrsta dagin í embætinum hevur hann brúkt tíð til at fáa enda á teirri ræðuligu kreppuni, segði Bertie Ahern í gjár. Hann legði afturat, at Blair hevur tryggjað sær eitt heiðurspláss í søgubókunum.

 

Leiðarin í tí katólska Sinn Fein, Gerry Adams, rósti eisini Blair fyri at hava lagt stóra orku í at loysa kreppuna í Norðurírlandi, og hann segði seg vóna, at Blair var tann seinasti bretski stjórnarleiðarin í Norðurírlandi, nú norðurírar sjálvir hava skipað egna stjórn.

 

Í næsta mánað skal Tony Blair á sína seinastu altjóða uppgávu, tá hann skal á fund í G8-bólkinum hjá teimum størstu ídnaðarlondunum í heiminum.