Per Højgard
og Kári Durhuus
(Føroyska Tíðindastovan)
- Hvat hjálpir tað at skifta nakrar strúkarar út í symfoniorkestrinum, tá tað er heilt galið við tónleikaverkinum, og orkesturleiðarin eisini er hin skeivi?
Hendan spurningin setir Anders Fogh Rasmussen, formaður í Vinstra, sær, eftir at sosialdemokratiska Nyrup-stjórnin í gjár varð umskipað.
Hann dugur sum heild ikki at síggja nakað positivt í, at nýggir ráðharrar eru komnir í stjórnina.
- Tað er ikki av tilvild, at skiftið kemur nú. Helst hevur forsætisráðharrin havt fyri neyðini at flutt fokus frá einum ávísum máli, sigur Anders Fogh Rasmussen við donsku tíðindastovuna, Ritzau.
Hann sipar til, at hitt sonevnda Eysturríkismálið hevur havt við sær, at Nyrup hevur staðið í innanríkispolitiskum andgletti seinastu vikurnar.
Í Konservativa Fólkaflokkinum eru tey alt annað enn bilsin av, at nýggj fólk koma í stjórnina. Hinvegin heldur flokkurin, at nýggju fólkini eru ikki nóg nýggj.
- Forsætisráðharrin kundi væl havt sett saman eitt nýtt lið við nýggjum andlitum, sigur politiski framsøgumaðurin í konservativa flokkinum, Lene Espersen.
Hon vísir á, at bæði Jacob Buksti og serliga Ritt Bjerregaard eru gomul í garði í donskum politikki.
Nýggj máling
á gamalt hús
Úti á høgravonginum eru hvassar atfinningar at hoyra.
- Skiftið í stjórnini er sum at sproyta nýggja málin á eitt gamalt, niðurslitið hús, áðrenn tað skal seljast.Tað sigur formaðurin í Danska Fólkaflokkinum, Pia Kjærsgaard, sum eisini finst at, at ongi tekin eru um, at stjórnin í framtíðini fer at reka ein harðari útlendingapolitikk
Bólkurin, Frælsi 2000, ið eru fyrrverandi fólkatingslimir í Framburðsflokkinum, eru serliga óðir um, at fyrrverandi samferðaslumálaráðharrin, Sonja Mikkelsen, heldur fram í stjórnini sum heilsumálaráðharri.
- Eg vóni, at danir hava góða heilsu. Um Sonja Mikkelsen fer at arbeiða sum higartil, fáa vit stórar trupulleikar, sigur formaðurin í tingbólkinum hjá Frælsi 2000, Kim Behnke.
Vinstrivongurin ivast
Stuðulsflokkarnir hjá donsku stjórnini á vinstravonginum eru ikki líka atfinningarsamir sum høgrivongurin. Kortini eru atfinningar at hoyra.
- Vit eru ikki sannførd um, at stjórnin nú fer at reka ein politikk, ið ger, at sambandið okkara millum batnar, sigur Kjeld Albrechtsen frá Eindarlistanum.
Holger K. Nielsen frá Sosialistiska Fólkaflokkinum vil kortini ikki fara líka lang í sínum úttalilsum.
- Vit hava hvørki meira ella minni álit á stjórnini, nú hon er umskipað, sigur Holger K. Nielsen.