Les eisini: Fyrstu ferð í tíggju ár at fleiri ensk lið eru í hálvfinaluni (Trýst her)
Tá ið tað í dag gjørdist greitt at ársins hálvfinalur í Champions League verða myndaðar av Liverpool, FC Barcelona, Ajax og Tottenham Hotspur, er, úr søguligum sjónarhorni, skjótt at síggja ein óvanligan luttakara.
Tí ímeðan tey trý fyrru feløgini hava lyft steypið fleiri feðrir, hevur Tottenham Hotspur ongantíð verið í eini finalu í fremstu evropisku kappingini.
Av teimum fýra liðunum í hálvfinalunum hevur Liverpool og FC Barcelona bestu eydnuna. Bæði feløgini hava vunnið fimm ferðir, tá ið gamla Evropa Cup verður tald við.
Liverpool vann í 1977, 1978, 1981, 1984 og 2005.
Barcelona vann í 1992, 2006, 2009, 2011 og 2015.
Ajax kemur teimum á baki við fýra meistaraheitum í fremstu evropisku kappingini.
Niðurlendska stórfelagið vann í árunum 1971, 1972, 1972 og 1995.
Harafturat hava tey trý feløgini verið í fleiri finalum, har tað ikki gjørdist til sigur. Tottenham Hotspur hevur ongantíð verið í einar finalu í Champions League ella Evropa Cup.
Kortini hevur felagið úr Norðurlondon eina søgu í Evropa. Tottenham Hotspur gjørdist fyrsta bretska felagið, ið vann eina evropiska kapping yvirhøvur, tá ið tað eydnaðist felagnum at vinna kappingina fyri steypavinnarar í 1963.
Eisini vann felagið UEFA Cup, fyrstu ferð hendan kappingin var hildin í 1972.
Tað er einki at ivast í, at Tottenham Hotspur er aftanfyri evropeisku risarnar um hugt verður í søgubøkurnar, men felagið hevur møguleika at skriva nýggja søgu í ár.