Rís góðan prís

Alt ov lítið rís er á heimsmarknaðinum, og tað hevur gjørt, at prísurin á rísi er farin upp ígjøgnum í seinastuni. Heimsbankin sigur, at teir seinastu 14 dagarnar er prísurin á rísi hækkaður umleið 50 prosent. Tað hevur gjørt, at rís hevur ongantíð verið so dýrt tey seinastu 19 árini sum nú. Heimsbankin sigur, at rísgoymslurnar kring heimin eru tær minstu síðani í sjeytiárunum, og tað fer serliga at raka tey fátækastu, sum vanliga eta nógv rís, sigur bankin. Sambært bankanum kemst prísvøksturin á rísi av, at aðrar matvørur eru eisini dýrkaðar, og bankin væntar, at rísprísurin kann hækka eini 40 prosent afturat teir næstu mánaðirnar.

 

Tað er ikki bara rís, sum er vorðið munandi dýrari enn undanfarin ár. Heimsbankin sigur, at prísurin á hveiti er hækkaður nógv, og at hveitiprísurin er tann hægsti síðani 1980.