Rás 2 víðkar sendinetið

Mikudagin setti Rás 2 sendara upp á Eysturhøvda í Svínoynni, og rásin hoyrist nú alla staðni í Norðoyggjum uttan í Árnafirði. Tá Árnafjørður hevur fingið sendara, standa útbyggingar fyri framman í Vágoynni

Mikudagin varð nýggi sendarin hjá Rás 2 í Norðoyggjum settur til.
Sendarin er settur upp í Svínoynni, og hann hevur við sær, at bygdirnar Eystan Múlan nú hoyra Rás 2. Árnafjørður er ikki komin við enn, men tað verður næsta útbyggingini hjá Rás 2.
Tað er nakað av tíð síðani, at Norðoya Sparikassi gjørdi av at stuðla Rás 2 við sendaranum í Svínoynni. Sparikassin í Norðoyggjum var eisini við í leikinum, tá Rás 2 setti sendaran upp á Brúnaskarði í Klaksvík.
Rás 2 hevur síðani arbeitt við at fingið neyðug loyvi og at fáa sendara til landið, og alt hetta er nú komið upp á pláss.

Árnafjørður næst
Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2, var sjálvur við í Svínoynni mikudagin, tá nýggi sendarin varð settur upp, og hann er væl nøgdur við útbyggingina.
? Sendarin ger, at vit nú hoyrast í Fugloynni, Svínoynni, á Viðareiði, í Hvannasundi og í Norðdepli. Hesin sendarin klárar ikki at senda til Árnafjørð, men vit fara í næstum at seta ein sendara afturat upp, so Árnafjørður eisini kemur at hoyra Rás 2, sigur hann.
Í sambandi við stuðulin av sendara legði Norðoya Sparikassi dent á, at allar bygdirnar í Norðoyggjum skulu hoyra Rás 2, og hetta krav fer Rás 2 at eftirlíka.
Rás 2 ætlar at senda signalið av Brúnaskarði ella frá Eysturhøvda víðari gjøgnum annan av Norðoyatunnlunum, og síðani verður ein sendari settur upp oman fyri Árnafjørð.

Stríð um styrkina
Sendarin í Svínoynni sendur á 107,5 MHz, men hann sendir ikki við tí styrki, sum Rás 2 kundi hugsað sær at sent við.
Orsøkin til tað er, at Fjarskiftiseftirlitið ikki vil loyva, at sendarin sendir við meira enn sløkum 80 wattum. Rás 2 kundi hugsa sær at sent við eini 300 watt, tí teir halda, at tað er neyðugt í føroyska landslagnum við nógvu fjøllunum.
? Fjarskiftiseftirlitið brúkar danska reglugerð í Føroyum, og tað nyttar einki, tá landslagið er so ymiskt í Føroyum og í Danmark, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2.
Fjarskiftiseftirlitið heldur, at styrkin er nóg stór til, at bygdirnar í Norðoyggjum kunnu hoyra sendingarnar hjá Rás 2.

Vágar fyri framman
Nú flestu bygdirnar í Norðoyggjum hoyra Rás 2, fevnir sendinetið hjá rásini um millum 95 og 98 prosent av landinum.
Onkrar útbyggingar og betringar skulu tó gerast í næstum. Hoyrilíkindini í Vágoynni eru ikki nøktandi, og hetta ætlar Rás 2 sær at betra um longu í heyst. Felagskommunurnar í Vágoynni vilja stuðla sendinetinum í oynni, og eisini har er kravið, at allar bygdirnar so skulu hoyra rásina.
? Vit rokna við, at vit skulu seta tveir sendarar upp í Vágoynni. Ein í Sørvági og ein í Miðvági, sigur Petur Jacobsen.
Partar av Vágoynni hoyra sum er Rás 2, men summa staðni hoyrist illa, og aðra staðni hoyrist als ikki.
Norðara helvt av Suðuroynni hoyrir heldur ikki Rás 2 nóg væl, men har verða betringar í fyrsta lagi gjørdar eftir ársskiftið.