Rás 2 sendir frá løgtingsvalinum í allan dag

Bæði Rás 2 og Portalurin fara at gera rættiliga nógv burturúr løgtingsvalinum í dag. Vit byrja longu á miðdegi og sjálvandi sløkkja vit ikki mikrofonina, fyrrenn seint í kvøld, til úrslitið er greitt og sigursharrarnir kunnu fegnast og teir vónbrotnu tapararnir takka fyri seg. Frá klokkan 15 verður almenn valkafé í Miðlahúsinum við nógvum spennandi gestum, tónleiki, kaffi, valkaku og grill og í kvøld senda vit beinleiðis úr Norðurlandahúsinum, har varúrslitini verða lisin inn og topp-politikararnir eru staddir

Bæði Rás 2 og Portalurin fara at fylgja gjølliga við gongdini í løgtingsvalinum í dag.

Vit byrja longu við tíðindum klokkan 12 á miðdegi og vit hava tíðindasendingar hvønn tíma.

Klokkan 15 verða dyrnar í Miðlahúsinum lætnar upp á víðan vegg, tí har verður almenn valkafé viðn nógvum spennandi gestum, livandi tónleiki, valkaku, kaffi og í Miðlagarðinum er grillin tendrað.

Ein av gestunum er nýggi presturin í Havn, Kristine Stricker Hestbech, sum fer at siga sína hugsan um kristindóm og politikk, útfrá umstrídda, kristiliga, politiska Føroyakortinum, sum var borið í hvørt hús í landinum í vikuni.

Fáir føroyingar kenna so nógv til føroysku valskipanina sum Zakarias Wang og hann fer at greiða frá valskipanini hesa síðstu øldinam, heilt nú, alt landið er blivið eitt valdømi.

Eyðun Joensen, sálarfrøðingur fer at hugleiða um, hvussu hvussu tapararnir á valinum kunnu bera seg at fyri at vinna á vónbrotinum.

Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, Ráðleggingarleiðari á Sendistovuni fer at siga sína hugsan um valstríði og um, hvussu flokkar og valevni føra seg fram.

Harumframt verða eisini fleiri aðrir gestír á Rás 2 og ikki minst er væntandi, at nógv valevni fara at leggja leiðina framvið í Miðlahúsinum ígjøgnum dagin.

Sjálvandi hava vit eisini okkara egnu valserfrøðingar. Teir eru Jógvan Mørkøre og Sámal Matras Kristiansen, sum báðir eru samfelagsfrøðingar og Regin Reinert, hagfrøðingur, sum hevur arbeitt hjá Gallup og tí er væl kunnugur við veljarakanningar og valtøl. Hann fer at at gera leypandi forsagnir um, hvør fer at vinna og hvør fer at tapa.

Tí livandi tónleikinum standa Malan Eyðunsdóttir og Torkil Olsen fyri, umframt

Sámal Ravnsfjall.

Klokkan 19 í kvøld skifta vit niðan í Norðurlandahúsið, har úrslitini verða lisin inn. Har eru eisini topp-politikararnir at hitta og vit hava sjálvandi viðmerkingar frá vinnarum og taparum og vit senda eisini formansumfarið eftir at alt úrslitið er greitt.

Og vit gevast ikki, fyrrenn alt úrslitið er greitt og nýggja løgtingið er mannað.