Rás 2 og Pegasus hvør til sítt

Nú er greitt, at samstarvið millum Rás 2 og Pegasus í Klaksvík er steðgað og sent verður ikki úr Pegasus sunnukvøldið, sum gjørt hevur verið 4 tey seinastu sunnukvøldini. Stjórin á Rás 2 sigur, at støðin metir Klaksvíkina vera sera áhugaverda og Rás 2 hevur tí hug at royna seg á egnum beinum har. Pegasus fer møguliga í samstarv við Útvarp Føroya

Samstarvið millum Studio Pegasus í Klaksvík og Rás 2 í Havn er steðgað.

Fyri góðum 4 vikum síðani fóru klaksvíkingar undir at framleiða tilfar at senda sunnukvøld. Teir keyptu nakað av útgerð og sendu so saman við Rás 2.

Steintór Rasmussen fyri Studio Pegasus sigur, at teir verða ikki í luftini sunnukvøldið. Hann sigur, at í Klaksvík royndu tey at gera seriøst arbeiði og at fylla eitt sunnukvøld út við fjølbroyttum tilfari.

- Vit hava havt greiða avtalu og vitað, hvar vit hava havt hvønn annan. Ætlanin hevur sjálvsagt verið at hildið fram, men so skuldi ikki verða, sigur Steintór.

Hann sigur, at tey í Pegasus nú kendu seg trýstan til at skriva undir sáttmála og at tey høvdu kensluna av, at Rás 2 kravdi og væntaði meira, enn tey í Klaksvík kundu liva upp til.

Hann dylir tó ikki, at semja er ikki um, hvussu skal farast fram á peningaliga økinum.

- Eisini snýr tað seg um, hvør skal eiga hvat og so framvegis, sigur Steintór og sipar millum annað til lýsingarinntøkur.

- Vit hava havt ein býtislykil, ið vit meta hevur verið sera rímiligur, tó tað eingin gullmina hevur vertið, sigur Steintór Rasmussen.

- Vit verða ikki í luftini sunnukvøldið, tí vit vita t.d. ikki, um vit koma í luftina, sjálvt um vit senda, sigur Steintór viðvíkjandi steðginum í samstarvinum.


Framtíðin

- Hvørjir møguleikar nú eru, kunnu fólk gita sær til, sigur Steintór og nevnir t.d. samstarv við Útvarp Føroya.

Hann hevur varhugan av, at tey í ÚF eru áhugað og taka Pegasus í álvara.

- Rás 2 fer nú í gongd her norðuri fyri seg sjálvan og fær sostat norðoyastevnuna við.

- Hitt alternativið hjá okkum er at senda sjálvir og lokalt her norðuri, sigur Steintór Rasmussen fyri Pegasus, ið hevur alla útgerð til endamálið.

- Vit hava vunnið okkum royndir og kunnu liva við, at hetta dettur niður fyri. Tað skal bara ikki vara ov leingi. Tað er heilt víst, at hildið verður fram so ella so og vit mugu smíða, meðan jarnið er heitt, sigur drívmegin aftanfyri Pegasus, Steintór Rasmusnen.

Tað eru góðar 4 vikur síðani, at Pegsus og Rás 2 byrjaðu at samsenda og klaksvíkingar hava verið á skránni 4 sunnukvøld.

- Vit hava prógvað, at tørvur er á og at hugaligt er at hoyra onnur fólk, enn tey, ið altíð eru í luftini. Eisini hava vit prógvað, at tað ber til at senda úr Klaksvík, sigur Steintór Rasmussen, ið leggur dent á, at tey í Pegasus ikki ætla at brenna nakrar brýr.


Í besta forstáilsi

Stjórin á Rás 2, Petur Jacobsen sigur, at samstavið við Pegasus var ein roynd. Á Rás 2 verður mett, at Klaksvíkin er so mikið áhugaverd, at Rás 2 hevur avgjørt at royna seg á egnum beinum, tí mett var, at tað var ikki nóg mikið, ið fekst burturúr samstarvinum við aðra støð.

- Eisini vigaði rættiliga tungt, at vit vóru ikki greiðir yvir, um vit høvdu loyvi at halda fram. Vit kunnu ikki selja senditíð. Spurningurin er, um vit hava loyvi til at knýta saman við Pegasus í Klaksvík hvørt sunnukvøld klokkan 19. Í okkara sendiloyvi stendur klárt, at vit kunnu ikki avhenda senditíð, og hetta hevur vigað tungt í okkara meting, sigur Petur Jacobsen.

Hann metir annars Klaksvíkina vera sera áugaverda, bæði sum marknað og eisini, tí góð fólk eru á staðnum, ið kunnu gera sendingar.

Hann leggur dent á, at viðvíkjandi Pegasus er alt hent í besta forstáilsi og har eru ?no hard feelings?.

Petur Jacobsen sigur, at í komandi viku eru teir klárir við einum studio í Klaksvík og at á Norðyastevnu vónar Rás 2 at vera komin fyri seg í Klaksvík.


Vágoy og Suðuroy

Tað er eingin loyna, at Rás 2 ætlar sær at røkka hvønn krók í landinum. Støðin hevur søkt Suðuroyar Sparikassa um stuðul til sendara, so sendast kann í Suðuroynni. Henda umsókn verður viðgjørd í sparikassanum í juni, hevur Rás 2 fingið at vita.

Eisini hevur Rás 2 fingið frekvens á Støðlafjalli og inni vist í húsum hjá SEV á Sornfelli. Tá hetta kemur í rættlag, kann Vágoyggin røkkast. Og við rættningsantennu og sonevndum repeetara, kann tá eisini Suðuroyggin røkkast, sigir Petur Jacobsen, ið leggur afturat, at avgerandi fyri inntøkugrundarlagið hjá støðini er, hvussu nógv fólk hoyra.

Hann er ikki bangin fyri, at t.d. Pegasus verður ein kappingarneyti hjá Rás 2.

- Tað er hart arbeiði og tað krevur nógvan pening at gera útvarp. Og annars er sera sunt við kapping, sigur Petur Jacobsen.

Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking um ætlanirnar hjá ÚF í Klaksvík frá Jógvani Jespersen, útvarpsstjóra, áðrenn blaðið fór til prentingar.tta í umsókn mínari, tí eg vildi ikki gera fokus á trupulleikan.

? At tað júst gjørdist Lorry, sum eg fór í starvsvenjing hjá, vóru fleiri orsøkir til. Loyvt er at søkja á fýra starvspláss, og eg var somikið heppin, at fáa positivt svar frá øllum teirra.

? Eg valdi tó Lorry, tí at síggja til, var hetta staðið, har eg roknaði við at sleppa at takast við flestar lutir. Áðrenn eg tók mína avgerð, var eg á vitjan á teimum fýra støðunum, og hóast fleiri vóru eitt sindur trek við at greiða frá arbeiði sínum, so helt eg fast um, at eg mátti vita, hvat tey kundu bjóða mær.

? Sjálv setanin var nóg so stuttligt, og eisini eitt sindur spennandi, tí mær stóð eisini í boði at sleppa á donsku TV-avísina. Eg var inni til samrøðu hjá teimum, og eftir hesa bóðu tey meg bíða uttan fyri hurðina í einar fimm minuttir. Eg gjørdi tó skjótt av, tí meðan tey innanfyri hurðina gjørdu av, um eg skuldi vera hjá teimum, skundaði eg mær yvir til Lorry, orsakað at soleiðis kom rennandi inn, og segði teimum frá, at eg vildi sleppa í starvsvenjing har.

? Viðkomandi, sum eg tosaði við, játtaði hesum, hóast hann ikki hevði lisið umsókn mína, men hann segði seg hava tó hava hoyrt um samrøðuna, sum eg hevði havt við ein av starvsfeløgum hansara.


Gerandisdagurin

Hvussu gongur so ein vanligur arbeiðsdagur á eini slíkari sjónvarpsstøð?

? Arbeiðsdagurin gongur á tann hátt, at møtt verður til arbeiðis um níggju tíðina, tá vit beinanvegin hava ein redaktiónsfund, har avgjørt verður, hvørji evni skulu viðgerast í tíðindasendingini tað kvøldið.

? Har tosað vit vanliga um tey evni, sum hava verið viðgjørt í fjølmiðlunum dagin fyri, og kanska serliga, hvørji evni bløðini hava viðgjørt. Eg havi tað aloftast soleiðis, at eg lesið Berlingaran á veg til arbeiðis, meðan eg siti í bussinum.

? Starvsfólkini eru at kalla býtt upp í fleiri bólkar, har onkur tekur sær av meira bleytum tilfari, onkur fer snøgt sagt við einum kamera, men sjálv havi eg valt at vera við til at gera tíðindasendingar, har vit fyri tað mesta gera dagsaktuelt tilfar.

?Tá komið er til arbeiðis, so koyrir tað bara við fullari ferð. Tíðindafólkini gera neyðugu avtalurnar, hvønn vit skulu tosa við o.s.fr., og so um ellivu tíðina kemur kameramaðurin til arbeiðis.

? Ein stórur partur av arbeiðinum er eisini at fáa orð og myndir at passa saman, tí sjálvur tíðindastubbin varar aloftast ikki meira enn nakrar heilt fáar minuttir, so tað ræður um at bera boðskapin stutt og greitt fram.

Tórun greiðir annars frá, at ein lutur, sum ofta kann gerast ein trupulleiki er, at fólk ikki kenna seg trygg við at standa framman fyri upptøkutólinum.

- Tá ræður kanska um at fáa tey at kenna seg trygg við tí arbeiði, sum eg geri, eftir at eg havi tosað við tey, men tað er heldur ikki altíð at hetta ber til. Er tað t.d. ein persónur, sum hevur fingið harðar ákoyringar, so ræður jú at fáa hann at svara teimum skuldsetingum, sum eru settar fram móti honum. Hinvegin eru so sjálvandi eisini onnur fólk, sum tú nærum ikki fært steðga. Serliga politikkarar og onnur, sum eru von við at vera í fokus. Aloftast hava tey ein boðskap, sum tey vilja hava út, og so er meira ella minni líkamikið, hvørjar spurningar tú setir fram.


Vil sleppa at gera mun

Upplivingarnar, sum hon hevur fingið innan yrki higartil eru sjálvandi nógvar. M.a. tá hon og ein starvsfelagið í Sjónvarpinum sum einastu fjølmiðlafólk fingu loyvi at gera samrøðu við krúnprinsin á Føroyaferð hansara. Esini nevnir hon eitt dømi um, tá ein føroyingur, sum var loðsur í Keypmannahavn ikki vildi tosa við nakað umboð fyri fjølmiðlarnar, men eftir at hava fingið bræv á føroyskum frá Tórun skifti hugsan.

Tá tosið fellur inn á framtíðina, er ikki líkt til, Tórun longu hevur gjørt upp við seg sjálva, júst hvat hon ætlar sær at gera.

Fyri fyrst hevur hon í øllum førum sett sær fyri at gera skúlagongdina lidna. Starvsvenjingin endar 1. februar, og so skal hon aftur til Århus.

- Eg kundi væl hugsað mær at verið við til at gjørt eina rættuliga dokumentarsending. Eina sending, har man veruliga hevur tíð til at kanna alt tað, sum liggur aftanfyri ávísa evnið.

? Tað at arbeiða við dagligum tíðindaflutningin er sjálvandi øgiliga spennandi, tí tú fært so nógv við av tí, sum gongur fyri seg í samfelagnum.

? Hinvegin er hetta jú ikki annað enn at bera boð víðari, og dreymurin er at kunna gera eina sending, har eg veruliga merki, at mítt arbeiði hevur gjørt mun í tilveruni hjá fólki.