Rás 2 hevur eina framtíð

Óla Jákup Rólantsson er givin á Rás 2 av persónligum orsøkum. Hann væntar tó, at rásarúm er fyri Rás 2 í framtíðini, tí politikarar og onnur eru farin at tosa um at betra umstøðurnar hjá einasta kappingarneytanum hjá Útvarpi Føroya

 

Í meira enn hálvtannað ár hevur Óla Jákup Rólantsson verið programmleiðari á Rás 2, og hann hevur verið við frá byrjanini í januar mánaði í 2000.

? Mítt arbeiði hevur verið at fáa fólk at dáma Rás 2, tí uttan undirtøku frá fólkinum ber ikki til at hava eina privata útvarpsrás, sum kappast við almenna Útvarp Føroya, sigur Óla Jákup Rólantsson.

Hann heldur sjálvur, at tað hevur hepnast hampuliga væl at fáa undirtøku millum manna.


Framtíðin er bjørt

? Eg vóni og vænti eisini, at Rás 2 hevur eina framtíð fyri sær. Annars er alt mítt arbeiði farið fyri skeyti. Vit síggja, at politikarar eru farnir at tosa um at geva rásini betri umstøður at arbeiða undir, og tað er at frøast um, sigur Óla Jákup.

Hetta ber boð um, at áhugi er hjá myndugleikunum at hjálpa Rás 2 á veg, og tí er framtíðin ljósari hjá rásini.

Hann heldur eisini, at tað er sera umráðandi hjá rásini at fáa størri útbreiðslu í Føroyum og størri undirtøku.

Óla Jákup Rólantsson metir, at síðan Rás 2 fór at senda, er Útvarp Føroya broytt ómetaliga nógv, og tað er eisini blivið nógv betri.