Síðst í juni mánaði verður finalan í Ársins Songrødd, og tey, sum ikki ætla sær til sjálvt tiltakið, kunnu tó fylgja við endabrestinum í kappingini.
Rás 2 ætlar sær at senda beinleiðis frá finaluni 29. juni, og rásin fer at hava studio í Badmintonhøllini umframt á Hálsi, haðani rásin vanliga sendir.
Trý fólk fara at gera sendingini, har tey fara at tosa við luttakarar, fyriskiparar og onnur. Lovað verður eisini eitt prát við ein gamlan kenning innan hesa kapping.