Rørsluvika í Kollafirði

Hesa vikuna hevur skúlin í Kollafirði skipað fyri rørsluviku. Øll børnini ganga ella súkkla í skúla, og í dag hava allir teir útvið 140 næmingarnir verið úti og róð

Almenna útivikan verður ikki fyrr enn komandi viku, men í Kollafirði hava tey alla hesa vikuna havt rørsluviku í skúlanum.

- Hetta var nakað, ið vit høvdu stungið út í kortið langt áðrenn tað varð alment kent, at landið og kommunan skipa fyri útiviku í komandi viku, sigur Ann Rúna Jakobsen, sum er ein av stigtakarunum til rørsluvikuna.

Mánadagin vóru allir næmingarnir uppi á Fransatoftum uppi við Urðarhjalla. Meiningin var so, at allir teir sløku 140 næmingarnir skuldu út at rógva við árabáti í gjár, men tá viðraði so illa, at hetta varð av ongum. Í staðin hava teir roynt seg við árunum í morgun, og fýra bátar vórðu flotaðir, millum annað gamli »Falkurin«, sum hevur verið við mangan kappróður fyri eldri bátar.

Eitt annað á skránni hjá skúlanum í Kollafirði er ein túrur runt fyri vestan. Koyrt verður til skarðið millum Sornfelli og Skælings, og síðani verður farið til gongu til Norðradals, har ætlanin er at grilla og annars eta matpakka.

Veður var ikki til hendan túrin í morgun, men gott veður var at rógva, so gongutúrurin til Norðradals verður ein góðan dag í komandi viku.

Eisini hevur verið skipað fyri útiundirvísing í rokning og øðrum fakum hesar dagarnar.

 

Ganga og súkkla

Í morgin er sum kunnugt frídagur, men fríggjadagin fara næmingar og lærarar til Havnar, har Tórsbreyt leggur undirlag til. Eisini verður farið í svimjihøllina.

Rørsluvikan endar mánakvøldið við einari kvøldsetu í skúlanum, har kendi rørsluserfrøðingurin, Magni Mohr, fer at greiða frá um rørslu, og Jóhanna á Tjaldrarfløtti fer at greiða frá um rættan kost.

Umframt túrarnar og rógvingina hevur aðal endamálið við rørsluvikuni verið, at næmingar og lærarar hava gingið ella súkkla í skúla. Summir av næmingunum hava valt at súkkla av Signabø í skúla, men tey, sum hava valt at koyra við bussinum av Signabø, verða sett av við bóndagarðin á Kjalnesi, og hava síðani gingið hiðani í skúlan.

Anna Rúna Jakobsen sigur, at ætlanin er at eggja næmingunum til at halda fram við at súkkla og ganga í skúlan.

- Tað er eisini ætlanin at skipa fyri tiltøkum leypandi í komandi tíðum, sigur Anna Rúna Jakobsen.

Hon fílist tó á, at umstøðurnar hjá børnum og vaksnum at súkkla ikki eru tær bestu.

- Nógvir bilar eru, og teir koyra alt ov skjótt, sigur Anna Rúna Jakobsen.

Allir teir knappliga 140 næmingarnir í 1. til 9. flokki við Kollafjarðar skúla hava tikið lut í rørsluvikuni.