Eirikur Lindenskov
Parkeringsviðurskiftini í Havn er ein stórur trupulleiki hjá rørslutarnaðum, tí básarnir til teirra eru rætt og slætt ov fáir.
Men hetta ætlar meginfelag teirra brekaðu at gera nakað við.
Herit Joensen úr Vestmanna, sum gjørdist rørslutarnað eftir eina ferðsluvanlukku, sigur við Sosialin, at ein bólkur undir MBF er farin undir eina herferð til tess at fáa almenninginum eyguni upp fyri hesum trupulleika.
? Vit eru byrjað við at senda brøv út til handlar, sum hava egin parkeringspláss, um at avmerkja serligar básar til rørslutarnað. Vit hava eisini sent bræv til Tórshavnar Býráð um at fáa fleiri slíkar básar í miðbýnum, sigur Herit Joensen.
At viðurskiftini eru trupul er eyðsæð. Í sjálvum miðbýnum í Havn eru næstan eingir slíkir básar at síggja. Í Steinatúni oman fyri Føroya Banka er tó ein básur, men skulu brekað fólk eitt nú ørindi í Sparikassan, so er sera trupult at sleppa framat, tí tá skulu tey til gongu fleiri hundrað metrar. Soleiðis er støðan so nógva staðni, sigur Herit Joensen, sum vísir á, at hetta er ein sera stórur og sera týðandi trupulleiki hjá rørslutarnaðum.
Hjá Tórshavnar kommunu er ikki talan um pengar - og eingin ivi man vera um, at bilførarar sum heild av hjarta unna rørslutarnaðum betrað viðurskifti. So trupulleikin kann loysast á ein so einfaldan hátt, at onkur við ábyrgd á býráðnum syrgir fyri, at básarnir verða teknaðir upp - og so fáa vit at síggja, hvussu vinarliga býráðið er sinnað mótvegis teimum, ið hava bilin fyri neyðini?
Á sama hátt hava størru handlarnir nú høvi at vísa, at teir eisini hava umsorgan fyri hesum bólki í ferðsluni
Í Føroyum eru skrásettir 81 avlamisbilar, harav 52 í Havnini, 15 í Eysturoy og í Vestmanna, har Herit Joensen býr, eru tríggir avlamisbilar.