Tað var í mai í fjør, at tiltakið Rørslufagnaður fór av bakkastokki fyri fyrstu ferð. Tað var eitt væleydnað og rørandi tiltak, har umleið 3.000 fólk savnaðust á Vaglinum í Havn, skrivar Fólkaheilsuráðið í tíðindaskrivi.
Í ár verða fleiri kommunur við. Vágs-, Sunda- og Tvøroyrar kommuna skulu royna seg við Rørslufagnaðinum fyri fyrstu ferð í ár, og Tórshavnar kommuna fer í ár í enn størri mun at seta sín dám á tiltakið. Tiltakið verður tillagað ymsu umhvørvinum.
Vágs kommuna skipar fyri Rørslufagnaðurin 3. mai í sambandi við mentanarvikuna í Vági.
Tórshavnar kommuna skipar fyri Rørslufagnaðinum 24. mai.
Sunda kommuna skipar fyri Rørslufagnaðinum 29. mai.
Tiltakið í fjør var somikið væl móttikið, at Fólkaheilsuráðið avgjørdi at geva øðrum kommunum, ið eru partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, møguleika fyri at skipa fyri sama tiltaki í sínum nærumhvørvi í ár.
Eitt øðrvísi tiltak
Rørslufagnaðurin er eitt ABC tiltak, ið leggur dent á boðskapirnar: ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Hetta eru boðskapir, ið vísa á, hvat hevur góða ávirkan á bæði sálarligu og kropsligu heilsuna. Endamálið við Rørslufagnaðinum er at fáa ein breiðan skara av fólki at røra seg saman við øðrum á ein stuttligan, meiningsfullan og litríkan hátt, og skapa ein fagnaðardag fyri ymisk ættarlið. Luttakarar heilt frá pinkubørnum í barnavogni til búfólk á ellisheimum kunnu luttaka.
Rørslufagnaðurin byrjar við einari litfagrari gongu, har tú kanst luttaka akkurát, sum tú ert; til gongu, við stavi ella høkjum, rullistóli og so framvegis.
Teinurin verður styttri í ár enn í fjør, tí endamálið er ikki at ganga so langt, men at savna ymisk fólk til eina hugnaliga løtu við rørslu. Aftaná kunnu luttakarar fáa ókeypis frukt og vatn, og møguleiki er at royna alskyns virksemi, ið er ymiskt alt eftir, hvør kommuna skipar fyri.
Heitt verður á fólk um at lata seg í okkurt litfagurt og hava egnan kopp við, tí vit miða eftir at brúka so lítið av burturkasti sum gjørligt, skrivar Fólkaheilsuráðið.










