Rørslufagnaður í Havn 2019

Aftur í ár skipa Fólkaheilsuráðið og Tórshavnar Kommuna fyri  ABC tiltakinum Rørslufagnaður, ið er gjørt í sambandi við verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu. Hesaferð verður Rørslufagnaður hildin á Ovara vølli í Gundadali. Í fjør vóru umleið 3000 fólk og fyrireikararnir  vóna at enn fleiri koma hesaferð.

 Øll hava brúk fyri at røra seg og vera saman við øðrum, og ongantíð betri um hetta kann gerast saman við øðrum uppá ein stuttligan, hugnaligan og meiningsfullan máta. Rørslufagnaðurin er eitt ABC tiltak, ið leggur dent á boðskapirnar: ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Hetta eru boðskapir, ið vísa á, hvat hevur góða ávirkan á bæði sálarligu og kropsligu heilsuna.     

Rørslufagnaðurin verður 24. mai kl.10.00 við parkeringsplássið við Badmintonhøllina og eggja verður til at møta stundisliga. Magni Mohr formaður í Fólkaheilsuráðnum og Annika Olsen borgarstjóri halda røður.

Aftaná røðurnar verður ein stuttlig upphiting við einum stuttligum og kendum persóni, og eftir hetta fer fagnaðargongan við lívgandi tónleiki og øllum teim luttakandi avstað. Hesaferð gongur túrurin frá parkeringsplássinum við Badmintonhøllina og oman til Sjónleikarhúsið og niðanaftur. Um ein ikki megnar allan túrin, kanst ein altíð venda við. Tað snýr seg mest um at luttaka. Fyrireikarar heita á fólk um at taka onkran við, sum tey halda høvdu fingið gleði av at luttikið á Rørslufagnaðinum. Ein er hjartaliga vælkomin við høkjum, koyristóli, stavi, barnavogni o.s.fr.. Ert ein millum teirra, ið vil vera við til at seta ljóð og litir yvir fjøldina, kant ein lata teg í okkurt litfagurt og taka okkurt slagverk ella ljóðføri við.

Aftaná gongutúrin verður skipað fyri ymiskum spølum og áhugaverdum virksemi fyri øll á økinum við Ovara vøll í Gundadali. Eitt nú verður møguligt at royna: uttandura fimleik, sansibana, talv, skjóta í mál, ganga á línu, bóltspøl og gera krabbagággur. Dentur er lagdur á, at hetta eru spøl og virksemi, ið øll kunnu vera við í. Dentur er somuleiðis lagdur á, at hesir aktivitetir eru undirhaldandi, eins væl og teir eru rørslumennandi.     


Eitt grønt tiltak 
Sett verður sum mál at hava so lítið av burturkasti sum møguligt. Tað er í hesum anda, at fyrireikararnir heita á tey luttakandi at taka sín egna kopp, krúss, dunk ella kanska okkurt heilt triðja við.

Fólkaheilsuráðið og Tórshavnar kommuna vilja fegin síggja teg til hetta tiltakið og ongantíð betri um tú ert líka sum øll onnur, nevniliga øðrvísi, verður sagt í tíðindaskrivi.