Rørsludagur í Sunda Kommunu

Leygardagin verður rørsludagur í Sunda Kommunu. 2009 er rørsluár, og Sunda Kommuna vil fegin varpa ljós á hetta góða tiltak. Hetta verður millum annað gjørt við einum rørsludegi leygardagin 29. august, har ymsar kropsligar avbjóðingar eru á skránni, eins og upplýst verður um tað gagnliga í, at vit øll halda okkum virkin. Tiltakið, ið byrjar klokkan 14, verður skipað frá Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Tá fer Kim Durhuus, borgarstjóri, at bjóða vælkomin, áðrenn upphitingin byrjar.

Skipað er fyri renning á trimum ymsum teinum: Felagsskúlin ? Oyri ? Felagsskúlin (5 km), Felagsskúlin ? norður gjøgnum Norðskála og Svínáir ? suður aftur umvegis rundkoyringina (9 km), ella fjallarenning frá Funningsfirði umvegis Skarðið undir Nøvuni til Felagsskúlan, ið er ein longri og strævnari túrur.

Rógvimaskinur standa inni á skúlanum og róðrarfólk leggja lag á, judo og flogbóltur er í fimleikahøllini, og Hjartafelagið skipar fyri máting av blóðtrýsti.

Luttakararnir fáa diplom fyri luttøkuna.

Kaffi, the, vatn og frukt verður at fáa.

Meðan tiltakið fer fram, hevur Sunda Bókasavn útsølu av burturbeindum bókum.