Fólkaheilsuráðið, ÍSF og landsstýrismaðurin í heilsumálum standa aftanfyri eina fundarrøð um rørslu og heilsu sum í næstum verður kring landið Í næstu viku verður farið undir eina almenna fundarrøð kring landið um rørslu. Endamálið er at kunna um gagnligu árinini av rørslu og geva íblástur til, hvussu fólk kunnu røra seg í gerandisdegnum
Rørsluárið er fyri øll, ung sum gomul, kvinnur og menn. Tí verður nú skipað fyri almennum fundum um rørslu kring landið. Á hesum fundum fáa áhugaði høvið at hoyra, hvussu vit kunnu fáa fólk at røra seg meira á arbeiðsplássum, barnagørðum, skúlum, ellisheimum og í frítíðin annars.
Tað er Fólkaheilsuráðið, ÍSF og landsstýrismaðurin í heilsumálum, sum standa aftanfyri almennu fundarrøðina.
Lagt verður til brots í Klaksvík týsdagin 28. apríl, og síðan vitjar rundferðin á Sandoynni, Suðuroy og Eysturoy fyri síðan at enda í Vágum tann 6. mai.
Fundirnir verða fyriskipaðir í tøttum samstarvi við ítróttarfeløgini í økjunum, og skráin er hendan:
1) Hví Rørsluárið 2009? 2) Hvussu nógv røra vit okkum í Føroyum, og hvussu gagnar rørsla okkum? 3) Kropslig venjing og heilsa, 4) Hvat kunnu ítróttafeløgini gera? 5) Føroyar í rørslu: Nøkur dømi um ítøkilig átøk fyri at fremja rørslu í 2009, 6) Býarskipan og rørsla, 7) Eldri og rørsla, 8) Rørsla á arbeiðsplássinum, 9) Rørsla hjá børnum og ungum í skúlum, 10) Rørsla hjá børnum á dagstovnum og 11) Kjak um, hvat kann gerast á staðnum.
Nærri verður kunnað um fundarstøð og endaliga skrá seinni.










