Rørsluárið fer at síggjast á landsliðnum

Í sambandi við, at Heilsumálaráðið hevur gjørt av, at árið í ár er Rørsluár, er samstarv komið í lag millum Heilsumálaráðið og Fótbóltssamband Føroya, so landsliðið verður eitt slag av umboði fyri Rørsluárið.

Starvsnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur bjóðað Heilsumálaráðnum plássið sum annar av høvuðsstuðlunum hjá landsliðnum, hóast talan ikki er um nakra ítøkiliga sponsoravtalu.

Tað merkir, at búmerkið fyri Rørsluárið 2009 skal setast á venjingarbúnar og onnur pløgg hjá fótbóltslandsliðnum. Hóast búmerkið ikki er klárt enn, verður vónað, at tað kann síggjast á landsliðnum longu 22. mars, tá Føroyar spæla vinardyst ímóti Íslandi.

 

Fegin um stuðulin

? At 2009 er alment Rørsluár í Føroyum merkir, at vit vilja hava so nógvar føroyingar sum gjørligt at røra seg meira. Tað er tí ein lukkugáva hjá okkum at fáa, at Fótbóltssambandið ítøkiliga tekur undir við Rørsluárinum, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við heilsumálum.

? Vit vilja fegin hava ítróttarfeløgini við, tí heldur tendensurin fram við vantandi likamsvirkni, kemur tað at taka grundarlagi undan ítrótti og ítróttarfeløgum, sum einki tilfeingi fáa at taka av.

Ætlandi verður Rørsluárið 2009 av álvara skotið í gongd í mars mánaði, upplýsti landsstýrismaðurin í heilsumálum.