Rørsla týdning fyri parkinson

Danski instruktørurin, Marianne Valentin, sum er útbúgvin í dansi fyri fólk við parkinson, fer at undirvísa.

Heilsuhjálparafelag Føroya og Parkinsonfelagið skipa fyri almennum tiltaki í Reinsarínum í Havn í annaðkvøld - týskvøldið 25. september - klokkan 19.

 

Tiltakið er ætlað parkinsonssjúklingum, avvarðandi at sjúklingum, heilsustarvsfólki og annars øllum, sum hava hug at luttaka.

 

Heilsuhjálparafelag Føroya og Parkinsonfelagið siga, at danski instruktørurin, Marianne Valentin, sum er útbúgvin í dansi fyri fólk við parkinson, fer at undirvísa.