Rørsla skal vera náttúrlig

Rørsla skal vera ein náttúrligur partur av gerandisdegnum. Tað er motto’ið hjá ítróttarbarnagarðinum á Svangaskarði, sum er tann einasti av sínum slag í Føroyum. Tað ósunnasta, tey fáa á dagstovninum, eru bollar

Tað er umráðandi at venja børn við rørslu frá ungum árum, um rørsla skal gerast náttúrligur partur av gerandisdegnum hjá børnum. Hetta hevur einasti føroyski ítróttarbarnagarður gjørt álvara av, og syrgir fyri at børnini á dagstovninum hvønn dag eru virkin. Og fyri tað mesta gongur tað fyri seg uttandura. Ítróttarbarnagarðurin heldur til í gamla B68 húsinum á Svangaskarði, har 55 børn ganga, og 13 starvsfólk hava sína dagligu gongd.

- Hugskotið kom av at leiðarin hjá okkum (sum er burturstødd í løtuni red.), hevði ítrótt á linju. Tá stovnurin so lat upp í 2002, var arbeiðssetningurn at rørsla skuldi vera ein náttúrligur partur av gerandisdegnum hjá børnum, greiðir varaleiðarin, Julianna á Geilagarði frá.

Við at hava en ítróttarbarnagarð, verður grundarlagið undir einum fysiskum aktivum gerandisdegi lagt. Tá Sosialurin í gjár var framvið, stóðu súkklur í hópatali uttan fyri dagstovnin. Orsøkin var, at ítróttarbarnagarðurin hevði hjóldag, sum tey hava annanhvønn týsdag. Hjóldagar súkkla børnini, standa á rulluskoytum ella á rennihjóli.

- So nýta vit vøllin her til at gera banar, vit renna og sparka, og eru í heila tikið úti tað mesta av tíðini. Tveir dagar um vikuna eru vit í fimleikarhøllini, og ein dag um vikuna hava vit svimjihøllina. Í gjár høvdu vit so ein innidag, men tað tímdu tey einki serliga væl, tí tey eru so von við at vera úti, sigur varaleiðarin.

Á Svangaskarði er eingin ferðsla, og tað er stutt úr barnagarðinum niðan í hagan. Skamt frá barnagarðinum liggja tvær tjørnir, sum børnini vitja, tá veðrið er til tað. Hvønn dag er frukt á skránni, og hvønn morgun hava børnini samling, har tey spæla rørsluspøl.

- So hava vit havt vitjanir av fimleikalærarum, heilsumálaráðharranum og einum kostráðgeva, sum eru komin við íblástri til góðar vanar á stovninum, sigur Julianna á Geilagarði.

Onkuntíð skulu børnini fáa okkurt lekkurt. Og tað hendir, tá føðingardagur er. Annars er bollar tað ósunnasta kokkurin kann finna uppá at gera til børn og starvsfólk á ítróttarbarnagarðinum á Svangaskarði.