Arbeiðsumhvørvi
Tað loysir seg at taka sær væl av starvsfólkunum, vísir ein nýggj kanning, sum er gjørd av donskum fyritøkum, sum geva starvsfólki sínum heilsufremjandi tilboð. Danir hava eisini funnið útav, at har er nógvur peningur at spara. 40 prosent av spurdu fyritøkum bjóða starvsfólki sínum sunnan mat ella møguleika fyri at íðka ítrótt ókeypis ella bíliga, antin á arbeiðsplássinum ella á annan hátt.
Kanningina, sum fatar um 822 danskar fyritøkur, hevur Ledernes Hovedorganisation gjørt, og hon vísir, at fyritøkur, sum bjóða starvsfólkunum heilsufremjandi tiltøk, sum til dømis sunnan mat og umstøður til at íðka ítrótt, hava ein sjúkradag færri fyri hvørt starvsfólk um árið, enn fyritøkur, sum einki gera á hesum økinum. Sostatt hava starvfólk á fyritøkum uttan heilsufremjandi tiltøk umleið sjey sjúkradagar um árið, móti seks døgum hjá teimum, sum hava heilsufremjandi tiltøk.
Tað er serliga rørsla, sunnur matur og heilsutryggingar, sum gera munin. Onnur tiltøk, sum eru roynd, eru stuðul til at leggja av at roykja og drekka.
Rákið kemur til Føroya
Heilsufremjandi tiltøk eru tó ikki nakað, sum føroyskar fyritøkur gera nógv burtur úr, men tað er tann vegin rákið gongur, og vit fara helst at síggja meira av tí her heima, heldur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum.
- Tað plagar at vera soleiðis, at tað ganga nøkur ár, áðrenn tílíkt slær ígjøgnum í Føroyum, men tað kemur uttan iva, og tað er eisini eitt gott hugskot, at fyritøkur gera nakað fyri, at starvsfólkið hevur tað gott. Umframt at tey verða sunnari, fremur tað eisini um áhugan hjá teimum at arbeiða og vera í fyritøkuni. Á tann hátt kann fyritøkan eisini fáa nakað burturúr tí, sigur hann. Tað er tó ikki nakað Arbeiðseftirlitið gevur ráð um.
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum heldur eisini, at heilsufremjandi tiltøk eru góð leiðsluamboð, men tað er ymiskt, hvussu ein fyritøka best nýtir tað.
- Um tú hevur eina fyritøku, har fólk arbeiða sjálvstøðugt og sita framman fyri ein skíggja allan dagin, kann tað lata seg gera, at tey fara inn við síðuna av og mýkja vøddarnir av og á. Hinvegin, hevur tú eina fyritøku, har hvørt starvsfólk er ein liður í eini samanhangandi arbeiðsgongd, ber tað ikki til, sigur hann. Hann heldur, at tað er meiri vanligt í Føroyum, at fyritøkur leiga eina høll, har starvsfólkið kann spæla fótbólt eina ferð um vikuna, tað er eisini gott bæði fyri samanhaldið og likamið.
Tað er tó ikki møguligt at siga, um sjúkrafrávera er ein trupulleiki í Føroyum, tí eingi tøl finnast yvir samlaðu sjúkrafráveruna. Tí er tað ógjørligt at samanbera Føroyar við onnur lond.
Tað verður sagt, at tað er ikki so nógv sjúkrafrávera í Føroyum, men tað man verða ein ógvuliga leysur pástandur, um eingi tøl eru, sigur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum.