Kappróðrarárið 2006 endar fríggjadagin um fimm tíðina, tá 10-mannaførini fara fyri seinastu fer um málið. Bátarnir verða drignir í neystið fyri árið, og rógvarar fara at halda kærkomna ólavsøku eftir eitt strævið róðrarár.
Heimasíðan Drekin.fo fer sum nakað nýtt, at skipa fyri stórari róðrarveitslu sunnudagin á ólavsøku. Kostnaðurin fyri veitsluna er kr. 190 um tú keypir atgongumerki ígjøgnum heimasíðuna. Tú kann eisini keypa atgongumerkir eftir 10-mannafarsróðurin á ólavsøku, men tá er kostnaðurin kr. 240.
Veitslan byrjar klokkan 23:00 sunnukvøldið og varir so leingi fólk orka.
Seinasta freist at keypa atgongumerki ígjøgnum heimasíðuna er hósdagin á midnátt.