Ítróttarklumman
Tað, sum skuldi verða tað heilt stóra klimaks’ið á norðoyastevnuróðrinum, endaði ístaðin sum eitt antiklimaks, tá manningin á Klaksvíkingi bar seg undan at rógva umróður.
Reglurnar áseta annars, at tá tveir bátar eru javnir á oddasessinum, so skal spurningurin avgreiðast við umróðri. Ein regla, sum seinast varð nýtt á ólavsøku í fjør, tá Árnfirðingur og Heiðabáturin máttu rógva umaftur.
Ta ferðina vann Heiðabáturin, og so kann tað tykjast sum lagnunnar speisemi, at tað á bæði Klaksvíkingi og Eysturoyingi eru fleiri menn, sum eisini vóru partur av umróðrinum í fjør.
Tá tað er sagt, so er tað væl skilligt, at manningin á Klaksvíkingi ikki vildi rógva umaftur leygardagin.
Eitt er, at manningin sambært ústøgnum taldi tríggjar mans, sum fyri stuttum vóru komnir á bátin.
Annað er, at tað má metast sum óðamannaverk at krevja av monnum, at teir beint efitr at hava sprongt seg sjálvar - undir teirri fortreyt, at nú stóð hvíld á skránni – aftur skulu út á startin til ein drepandi kappróður.
Tað finst neyvan tann læknin, sum metir eina slíka roynd koma undir tað, sum er heilsuliga forsvarligt, og tá so er, er bara eitt at gera – nevnliga at broyta reglurnar.
Og so er tað heldur ikki nakað sum helst forgjørt ella óvanligt í, at reglurnar verða broyttar. Innan at kalla allar aðrar ítróttir, er javnleikur eisini eitt góðkent úrslit. Um tað so er 100 meturin á Olympisku leikunum, so verða tvey gullmerki handað, um tveir rennarar koma javnir á mál.
Og eisini verður hetta gjørt út frá ítróttarligum fortreytum. Fyrst og fremst so er ein javnleikur ein javnleikur. Eru tveir fremstir á mál, so eiga báðir gullið uppiborið. Og tosar tú um longri teinar, so er talan um heilt aðra kapping, tá tú fert gjøgnum teinin umaftur. Við vøddunum fullum av mjólkasýru eru tað brádliga heilt aðrir lutir, sum eru avgerandi fyri úrslitið. Nakað sum helst kann sammetast við at lata ein marathonrennara renna 10 km móti einum 100 metur-rennara.










