Í róðrarneystið at velja

Árnafjørður: Tá árnfirðingar fara á løgtingsval um góðar tvær vikur, verður tað ikki sum vant í bygdarskúlanum.

Á fyrsta sinni fer valið nevniliga fram í snotiliga neystinum hjá Árnafjarðar Róðrarfelagi, sum liggur høgliga við bátahylin.

- Hetta var eitt ynski frá árnfirðingum, og hava vit, í samráð við valstýrið, tikið avgerð um at flyta valstaðið higar, verður sagt úr Klaksvíkar kommunu. Bæði atkoman og umstøðurnar eru munandi betri í róðrarneystinum, enn í skúlanum. So grundgevingarnar fyri hesi broytingini eru góðar. 



Formliga heimildin til hesa broytingin er at finna í løgtingsvallógini, sum millum annað ásetir, at "atkvøðugreiðsla fer fram í einum ella fleiri hølum, sum kommunustýrið ávísir, har atkvøðurúm í neyðugum tali eru sett upp". 




FYRSTA VALIÐ

Árnfirðingar skulu á fyrsta sinni á val í neystinum hjá Árnafjarðar Róðrarfelagi, tá nýtt løgting skal veljast 29. oktober í ár