Tá ið løgtingsval verður aftur, skulu Argjafólk ikki longur oman í róðarneysti at velja. Tað ætlar Tórshavnar býráð.
Tá ið fólkatingsvalið var, gjørdi veljari í koyristóli vart við, at umstøðurnar hjá fólki við rørslutarni eru alt ov vánaligar í róðrarneystinum.
Les eisini: Sleppa ikki á valstaðið á Argjum
Býráðið ásannar, at tað er øgiliga ringt hjá fólki, sum eru illa gongd, og hjá fólki, sum sita í koyristólum, at koma til valhølið í róðrarneystinum á Argjum.
– Brekkan oman til valhølið er ov brøtt til koyristólar og fólk, sum eru illa gongd, og trappan til valhølini er ikki nóg trygg at ganga í. Somuleiðis sleppa veljarar í rullistóli, ikki inn í valklivarnar, tí teir eri ikki breiðir nokk til rullistólar.
Tí ætlar Tórshavnar Býráð at bøta um umstøðurnar til løgtingsvalið, sum verður seinni í summar. Men tey halda ikki at tað loysir seg at gera ábøtur á Róðrarneysti og tí eru tey sinnað at útvega eitt nýtt valhøli til Løgtingsvalið.
Og tey halda, at Látrið, sum er eitt spælirúm í Skúlanum á Argjahamri, er væl egnað til valhøli og nú fer Tórshavnar Býráð at taka støðu til málið.
Men tey siga eisini, at tað verður neyðugt at útvega betri og størri valklivar, sum fólk í koyristóli eisini sleppa í, so at eisini tey fáa valt í friði og náðum.
Í hesum sambandi hevur eisini MEGD, sum er meginfelagið hjá teimum sum bera brek, mint myndugleikarnar á, at fólk, sum bera brek, hava sama rætt sum onnur at greiða atkvøðu. Tí skulu tey tryggja sær, at eisini tey sleppa ótarnað til valstaðið.
Í hesum sambandi skulu neyðug tiltøk setast í verk, so fólk við rørslutarni, sjónveik, blind og hoyritarnað, bæði lætt og loyniliga. kunnu greiða atkvøðu, sigur MEGD.