Tað eydnaðist ikki hjá amerikanaranum, Chris Duff, at rógva úr Føroyum til Íslands við serbygda árabáti sínum, sum er 19 føtur langur.
Hann kungjørdi sunnudagin, at hann gevst og ístaðin fyri at rógva, er hann nú farin til Íslands við Norrønu.
Hann hevði annars sett sær fyri at rógva úr Skotlandi til Íslands og tað var longu sunnudagin 27. mai, at hann tók land í Føroyum, tá ið hann kom til Vágs.
Síðani hevur hann bíðað eftir líkindum at halda leiðina fram til Íslands, men tað hevur ongantíð verið til vildar.
Hann skuldi brúka seks dagar til ferðina um Atlantshav og veðurtíðindini hava ongantíð sagt frá blíðum byrði so leingi.
Hann sigur, at hendan drúgva bíðitíðin hevði verið krevjandi, bæði fyri hann og fyri konuna, Lisu og nú var stundin komin at leggja árarnar inn og bara sleppa sær heimaftur.
Hann dylir ikki fyri, at vónbrotið er øgiliga stórt, men nú mátti avgerðin takast.
Annars er hann ovfarin av blíðskapinum í Føroyum og næsta ár ætlar hann sær aftur til Føroya. Men tað verður saman við konuni á súkklu.
Hetta er aðru ferð, hann ger royndina at rógva úr Skottlandi til Føroya.
Fyrru ferðina var í gjør, men tá mátti hann geveast at kalla beinanvegin.