Róðrarmóttøka

móttøka

Fyrr í ár vóru 25 ár liðin, síðan Róðrarsamband Føroya varð stovnað. Í hesum sambandi verður skipað fyri móttøku fyri fyrrverandi nevndarlimum, dómarum, hjálparfólkum, feløgum, rógvarum og øðrum róðraráhugaðum.

Móttøkan verður í Mullers Pakkhúsi leygardagin tann 17. desember 2005 kl. 16-19.

Til móttøkuna verður møguleiki at fáa gløgg og holukøkur. Á skránni verður eisini myndaframsýning við nýggjum sum eldri myndum, sum á besta hátt lýsa kappróðurin hesi farnu 25 árini.

Í samband við tiltakið er ætlanin at vísa ymiskar róðrar á stórskíggja í miðbýnum í Havn. Á henda hátt ber til hjá øllum róðraráhugaðum at minnast aftur á góðar, gamlar dagar, meðan man kann gleðast um, at komandi kappingarár um stutta tíð er fyri framman, og at bátar tá aftur vera drignir úr neystum.