Nú er greitt hvussu skal rógvast í summar, umframt at nevndin í Róðrarsambandi Føroya hevur skipað seg, eftir aðalfundin, ið var 23. apríl.
Eitt fast punkt á aðalfundium er at áseta FM-róðrarnar fyri komandi ár. í 2017 koma róðrarnir at liggja soleiðis:
Norðoyarstevna 27. mei
Sundalagsstevna (Hósvík) 17. juni
Jóansøka (Tvøroyri) 24. juni
Eystanstevna (Fuglafirði) 1. juli
Fjarðastevna (Skála/Strendur) 8. juli
Vestanstevna (Miðvágur) 15. juli
Ólavsøka 28. juli
Aðalfundur var í Róðrarsambandi Føroya 23. apríl, har tað frammanundan var greitt, at stór útskifting fór at verða í nevndini. Reglurnar eru soleiðis, at formaður og næstformaður verða vald beinleiðis á aðalfundinum. Á nevndarfundi 4. mei skipaði nevndi seg soleiðis:
Formaður Tóki H. Niclasen
Næstformaður Annika V. Dalsgarð
Kassameistari Sámal Kristiansson
Skrivari Hallgrím Hansen
Kappingarleiðari Karlot Hergeirsson
Nevndarlimur Kristian Eli Zachariassen
Eykalimur Jógvan Hans Hansen
Eykalimur Hansina á Plógv