Róðrarfelagið Knørrur 2 vann liðkappingina í Ódnartøkunum, sum hava verið hildin seinasta mánaðin. Síðsta umfar var í dag í Runavík og her gjørdist endaliga greitt at Róðrarfelagið Knørrur lá á odda við 21 stigum, við Argja Róðrarfelag í hølunum á øðrum plássi við 20 stigum og Havnar Róðrarfelag 3 á triðja plássi við 16 stigum.
Fyrimunurin hjá Knørrar Róðrarfelag var at tey høvdu tvær barnamanningar og harvið hava fingið tvey stig fyri hvørt umfar, umframt tey vunnu stigini. Jallurin bleiv fremst í barnaróðrinum hjá dreingjum. Pílur bleiv nummar tvey í barnaróðrinum hjá gentum og Ormurin Langi bleiv nummar trý samanlagt í 10-mannaførum.
Róðrarnir vóru, sum áður, í trimum riðlum við trimum bátastøddum í hvørjum riðili. Róðrarnir vóru avgreiddir í øllum góðum, og eftir bert hálvum øðrum tíma var síðsti róðurin rógvin.
Endaliga støðan í ymsu bátastøddunum varð hendan:
Barnaróður gentur
Havfrúgvin – 21 stig
Pílur – 16 stig
Beinta – 15 stig
Sílið – 14 stig
Barnaróður dreingir
Jallurin – 20 stig
Drekin – 19 stig
Sílið – 15 stig
5-mannafør gentur:
Falkur – 21 stig
Drekin – 18 stig
Sílið – 13 stig
Blikur – 10 stig
5-mannafør dreingir
Kollur – 19 stig
Teistin – 19 stig
Sílið – 15 stig
Jallurin – 14 stig
Ritan – 3 stig
5-mannafør kvinnur
Teistin – 21 stig
Drekin – 17 stig
Ritan – 6 stig
Beinta – 4 stig
Tekla – 4 stig
6-mannafør menn
Rádni – 7 stig
Sundabáturin – 6 stig
6-mannafør kvinnur
Sundabáturin – 14 stig
Skúgvur – 6 stig
Fortuna – 6 stig
Gongurálvur – 5 stig
8-mannafør
Knørrur – 21 stig
Argjabáturin – 18 stig
Miðvingur – 5 stig
Heiðabáturin – 4 stig
10-mannafør
Havnarbáturin – 18 stig
Kongurin – 16 stig
Ormurin Langi – 12 stig
Klaksvíkingur – 11 stig
Hvítravnur – 5 stig
Vinningurin er 5000 krónur lætnar av KBI í Klaksvík, til eitt trivnaðartiltak umframt heiðurin at kalla seg besta kappróðrarfelag í Føroyum.Róðrarfelagið Knørrur hevur avgjørt at deila vinningin ímillum tilmeldaðu bátarnir so at øll í felagnum fáa ágóðan av vinninginum.
Í næstum verða formula kappingar í inniróðri avgreiddar, ímeðan vit spent bíða til FM róðrarnir aftur fara av bakkastokki í summar 2017.










