Róðrarfelagið havt aðalfund

-

Um vikuskiftið hevði Róðrarsambandið árliga aðalfundin, og millum málini á skránni var møguleikin fyri at økja um talið av FM-stevnum í komandi róðrarárið.
Uppskotið fall á hesum sinni, men málið er á ongan hátt slept kortini, og varð tað álagt nevndini at koma við einum uppskoti um, hvar sjeynda FM-stevnan skal verða, um talið av stevnum skal økjast.
Annars var nevndarval eisini á skránni. Jóhannus Joensen, Hans David Hansen og Sjúrður Gullbein stóðu fyri valið, og vórðu teir einmælt afturvaldir.
Annars verður meira at frætta frá aðalfundinum í mikudagsblaðnum.