Róðrardagur í Sandavági

Komandi leygardag verður skipað fyri ítróttartiltaki í Sandavági, har serligur dentur verður lagdur á kappróður fyri tey, sum ikki hava luttikið í FM róðri í ár

Sandavágs Ítróttarfelag og felagið Valloyran í Sandavági skipa leygardagin tann 12. august fyri kappróðrardegi í Sandavági.

Talan er um eitt tiltak, sum í høvuðsheitinum er ætlað fólki, sum hava hug til kappróður, men ikki hava luttikið í FM róðri í ár. Men eisini nógv onnur tiltøk verða á stevnuni, sum byrjar við barnadiskoteki fríggjakvøldið. Seinni fríggjakvøldið verður so vanligt diskotek, og stevnan endar við gamlamannadansi í SÍF húsinum leygarkvøldið.

Kappróðurin verður skipaður í bólkum eftir stødd, sum vanligt er. Hóast talan er um motiónsróður, fara kortini onkrar manningar, sum hava róð við í FM kappingini í ár, at luttaka á stevnuni. Til dømis vóru fleiri vágabátar við í gentukappingini, og teir stóðu seg rættiliga væl. Hesar manningar hava víst áhuga. Men tær sleppa ikki at rógva í bólki við øðrum.

Sandavágsfólk skipaðu í 1998 fyri einum líknandi tiltaki, sum fekk sera góð ummæli. So tað er við góðum treysti, at tey fara undir tiltakið aftur í ár, sigur ein av fyrireikarunum, Hansina á Plógv.

Hon sigur, at tað er ætlanin, at hetta tiltakið skal verða afturvendandi og ganga upp á skift millum ymsu feløgini. Okkurt róðrarfelag aðrastaðni í landinum hevur sagt seg vera sinnað at skipa fyri komandi ár.

Sandavágsfólkini vænta, at fremmandar bátsmanningar fara at koma til Sandavágs ein slíkan dag, og tí er skipað soleiðis fyri, at gestirnir fáa mat í SÍF húsinum.

Umframt kappróðurin, verður eisini fótbóltskapping fyri børn. Byrjað verður frá morgninum leygardagin, og vinnararnir fáa heiðursmerki, verður sagt úr Sandavági. Skemtidystur verður, men enn er ikki endaliga fastlagt, hvør skal undirhalda í einum slíkum dysti. Av øðrum tiltøkum er at nevna, at skipað verður eisini fyri renni- og súkklukapping.

Eftir kappróðurin leygardagin, verður steypahandan og matsøla í SÍF húsinum. Tiltakið er, sum vera man, eisini eitt tiltak fyri at fáa pengar til ítróttarfelagið, so lutaseðlasøla verður eisini á stevnuni.

Men tað verður ikki bara ítróttur ein slíkan dag. Skipað verður fyri kvøldsetu, sum verður í SÍF húsinum klokkan átta leygarkvøldið. Har verður sangur, skemt og annað undirhald. Eftir kvøldsetuna fer Twilight at spæla til dans.

Neyðugt er hjá kappróðrarfólkinum at boða frá luttøku. Hansina á Plógv sigur, at tey hava sett fráboðanarfreistina til mánadagin tann 7. august. Boðast kann frá hjá Hansinu á Plógv

tlf. nr. 33 25 91 ella

fartlf. nr 21 25 91

ella hjá Jóhonnu í Horni, sum hevur

tlf. nr. 33 24 61.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.



- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið

Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?

- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.

Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.

- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.

Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.


Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?

- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.


Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?

- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.

Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.

Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....