Róðrarárið hálvrunnið og síðsti møguleikin spøkir

Um tær fýra manningarnar, sum hava vunnið allar róðrarnar higartil, ikki longu á jóansøku hálvavegna skulu vera meistarar, so verður neyðugt at taka tær í Hósvík

KAPPRÓÐUR

Longsti dagur var í gjár. Í dag er 22. juni, og triði FM kappróðurin er á skránni. Hann verður rógvin í Hósvík. Talan er samstundis um síðstu FM kappingina, har tað verður kappast á øll trimum teinunum. Tær tríggjar FM stevnurnar, sum eru í seinnu helvt av róðrarárinum, eru í Vági, í Miðvági og á ólavsøku. Felags fyri allar hesar kappingarnar verður, at tað bara fer at verða kappast á túsund metrum (á ólavsøku er teinurin uppaftur styttri enn so).
Í tveimum teimum fyrstu FM kappingunum eru tað fýra manningar, sum hava vunnið báðar róðrarnar. Talan er um genturnar umborð á Sílinum, dreingirnar umborð á Fípuni Føgru, kvinnurnar umborð á Jarnbardi og um 10?mannafarið Eysturoyingin.
Tað vil siga, at hesar fýra manningarnar hava allar fjúrtan stig. Hjá teimum av hesum manningunum, sum tað fer at eydnast hjá at vinna í dag, verður stigatalið 21. Í teimum kappingunum, har sami bátur hevur verið næstfremstur hvørja ferð, verður stigatalið fimtan. Tá verður munurin longu so mikið stórur, at FM heitini fara at hómast í havsbrúnni.
Um somu manningarnar eisini fara at vinna í Vági, so verður munurin so mikið stórur, at tað so at siga bara verður í teoriini, at meistaraskapirnir ikki verða avgjørdir.
Í fleiri av kappingunum, har sama manningin hevur vunnið teir báðar fyrstu róðrarnar, hevur tað ikki verið sami bátur, sum hevur verið næstfremstur. Tí er munurin longu nú meiri enn fýra stig. Hetta ger seg millum annað galdandi í kappingini millum 10?mannaførini, har Eysturoyingurin hevur vunnið tvær ferðir, meðan Havnarbáturin hevur verið nummar tvey og fýra, og Klaksvíkingurin hevur verið nummar trý og tvey.

Sama skipan
Skipanin hevur verið tann sama í kappróðrinum í tredivu ár. Vinnandi báturin fær sjey stig. Hinir fáa fimm, fýra, trý, tvey og eitt, og so fáa hinar manningarnar einki stig.
Skipanin hevur verið galdandi síðani 1973. Tað varð fyrsta árið, at kappast varð eftir skipanini, sum hevur verið galdandi síðani tá. Í øðrum ítróttargreinum hava reglurnar verið broyttar fleiri ferðir. Málið hevur verið at finna fram til ta skipanina, sum ber størstu og harvið mest spennandi kappingina í sær.
Hetta hevur eitt nú verið gjørt í hondbólti, har tað hevur verið roynt við endaspæli, har tað hevur verið roynt við endaspæli, har stigini hava verið sett niður í helvt, og tað hevur eisini verið roynt í fótbólti. Har eru stigini fyri vunnan dyst hækkað úr tveimum og upp í trý, og har eru eisini aðrar broytingar gjørdar. Eitt nú er tað gjørt av, at í staðin fyri málmunin skulu ? um tað stendur á jøvnum í stigum ? innanhýsis dystirnir gera av, hvat liðið stendur betri í tí. Og tað er eisini gjørt av, at í steypakappingini skal tað verða soleiðis, tá talan er um bæði heima? og útidystir, at málini, sum verða skorað á útivølli, skulu telja meiri, tá tað stendur á jøvnum.
Alt hetta er gjørt fyri at økja um kappingina og fyri at gera reglurnar greiðari, skilabetri og fyri at økja um spenningin og kappingina. Um talan altíð hevur verið um broytingar, sum hava borið størri rættvísi við sær, eru tað ivaleyst fleiri sjónarmið um.
Merkisvert hevur tað verið, at einki hevur nakrantíð verið at hoyrt um møguligar broytingar í reglunum fyri kappróður. Tað kann ikki tulkast øðrvísi, enn at tey, sum hava við kappróðurin at gera, eru nøgd við skipanina, sum hevur verið galdandi síðani 1973. Frammanundan var frá og við 1964 og til og við 1972 skipað fyri serligari stevnu, har FM kappingarnar vóru avgjørdar. Vanliga var henda kappingin eftir ólavsøku ? oftast fyrsta vikuskiftið í august. Tá kundi tað meiri enn so koma fyri, at ein manning, sum ikki hevði verið best í stevnuróðrunum, vann FM. Tað varð ikki hildið at vera rættvíst, og tí varð skipanin, sum nú er galdandi, gjørd í 1973. Síðani hevur hon verið galdandi, og tað man, sum omanfyri nevnt, bera boð um, at róðrarfólk eru nøgd.
Møguligar broytingar kundu kanska verið, at vinnandi báturin ikki fekk tvey stig fleiri, enn næsti báturin fekk. Nummar tvey kundi kanska fingið seks stig, ella kundi fremsti báturin fingið seks stig, og so kundu hinir fingið fimm, fýra og so víðari. Fyrimunurin í hesum hevði verið, at sannlíkið fyri, at FM kappingarnar vórðu avgjørdar tíðliga á árinum, kanska hevði ikki verið so stórt, sum tað er nú.

Fyrimyndarlig fyrireiking
Róðrarfelagið í Hósvík telist ikki millum tey størstu í landinum. Men felagið í Sundalagnum sigst hava gott orð á sær, tá tað ræður um at skipa fyri kappróðrinum. Tað plagar at ganga skjótt fyri seg, og fasti starturin hevur riggað stak væl hjá teimum.
Á norðoyarstevnu var bæði vindur og regn. Á Skálafjørðinum var so at siga stilli, men tað regnaði illa. Tí hevði tað ikki verið av leið, um tað í Sundalagnum í dag bæði hevði verið stilt og turt.
Í sambandi við kappróður verður ofta tosað um serligar umstøður. Ikki minst streym, rák, afturundirgerðir og so víðari. Skálafjørðurin verður av teimum, sum rógva, mettur at vera besta róðrarøkið av øllum. Skoðsmálið, sum Sundalagið og onnur øki fáa, er ikki altíð eintýðugt so gott.
Men øll kenna umstøðurnar í Føroyum. Tær eru ein partur av kappingini. Tey fyrru árini var tað soleiðis, at bátarnir vórðu á øllum stevnunum lagdir eftir lutakast. Nú eru tað fleiri ár síðani, at tann broytingin varð gjørd, og øll róðrarfólk eru fegin um, at tað nú er soleiðis, at bátarnir, sum hava staðið seg best í undanfarnu kappingunum, eru í miðjuni, og at teir hava næstbestu bátarnir undir liðini á sær. Tað ber bestu vánirnar fyri góðari og rættvísari kapping við sær.
Virðingin fyri startdómarunum tykist vera stór, og hon er uppaftur størri, tá tað vísir seg, at startdómarin hevur virðing fyri róðrarfólkinum. Høvuðsdómarin røkir sína uppgávu eftir besta førimuni. Tær seinastu ferðirnar hevur tað knípt hjá onkrari manning at virða leiklutin hjá høvuðsdómaranum so mikið, sum hann skal virðast. Tað ræður um bæði at savna seg um at rógva og um at bera seg soleiðis at í róðrinum, sum tað er fyriskrivað í reglunum, og sum dómararnir gera av, at tað skal gerast.