Vestmanna
- Tað gongur væl at rigga kappróðrarøkið til. Flestu av okkum eru teir somu, sum hava gjørt hetta gjøgnum fleiri ár, og tí vita vit, hvussu hetta skal gerast. Vit seta málstengur upp, leggja málboyður út, og vit gera klárt til at spenna fasta startin upp. Málið uppi á landi skal eisini gerast klárt, so Róðrarsamband Føroya fær sett sína útgerð og síni tól upp. Annað, sum eisini skal havast upp á pláss til róðrardagin, er bátadrátturin.
Tað sigur Bárður Nielsen í Vestmanna, sum flestu føroyingar ivaleyst best munnu kenna úr politikki.
- Jú, hetta gongur fínt, og kappróðrarøkið er nú um at verða klárt, fekk Sosialurin at vita longu seinnapartin mikudagin.
Nógv í gongd
Eitt, sum tey í Vestmanna gera burtur úr, tá kappróður er, er at seta upp stengur sum vísa, hvussu langt er eftir á mál hjá manningunum.
- Tey, sum rógva, kunnu hyggja upp á land og síggja stengur sum vísa, nær ávikavist 400, 250 og 100 metrar eru eftir á mál.
Bárður Nielsen vísir á, at 400 metrar eru eftir, tá bátarnir eru á ytra pierinum, 250 tá teir eru á innara pierinum, og 100 metrar eru eftir, tá teir eru staddir beint uttanfyri Havnaskrivstovuna.
- Stengurnar eru góðar hjá manningunum at miðja seg eftir, heldur maðurin, sum sjálvur hevur róð kapp í nógv ár.
Hann sigur, at rættiliga fitt av fólki hevur verið í gongd við at gera róðrarøkið klárt.
- Øll eiga stóra tøkk fyri sín lut í hesum. Ein stór hjálp hevur eisini verið, at vit eru slopnir at læna alibátar, sum hava góða útgerð og gott pláss á dekkinum, leggur hann aftrat.
Annað hvørt ár
Bárður Nielsen heldur, at fjarðastevna er betri passandi fyri Vestmanna, enn vestanstevna var.
- Nú hava vit FM-róður annað hvørt ár, men tá vit vóru partur av vestanstevnuni og skuldu skiftast um stevnuna við bygdirnar í Vágum, høvdu vit stevnu og kappróður bert fjórða hvørt ár.
Hann heldur, at tað er ein fyrimunur fyri fyrireikingarar til eitt nú kappróðurin, at tað ikki er so langt ímillum stevnurnar.
- Man er líka sum meira í gongd, um vit skulu rigga til annað hvørt ár heldur enn fjórða hvørt ár. Eg haldi eisini, at hetta ger tað lættari at halda upp á fólkið, sum hevur royndirnar at skipa fyri. Eftir mínum tykki passar tað okkum betri, nú vit eru partur av fjarðastevnu. Jú, oftari sama arbeiði verður gjørt, tess lættari fellir tað. Eg haldi ikki, at hetta er so strævið, tí arbeiðið er eftirhondini meira vorðið ein rutina.
Bárður Nielsen heldur seg minnast, at fjarðastevnan sá dagsins ljós í 2003, tá Skála/ Strendur skipaðu fyri, og fyrstu ferð stevnan varð hildin í Vestmanna var í 2004.
Í Vestmanna eru allir FM-róðrarnir 1000 metrar.