Rørandi søgan hjá ísraelsku Grant-ættini

Pápi Chelsea-venjaran, Meir Grant var tann einasti í ættini, sum yvirlivdi Holocaust

Tann fyrsti Avram Grant varð jarðaður av soni sínum Meir Grant í einari russiskari skóg undir seinna veraldarbardaga. Hesin Avram Grant varð jarðaður saman við konuni og fimm børnum. Tey royndu at flýggja undan nasistunum, men nasistarnir fingu tey aftur, og skutu tey til deyðis. Tann einasti, sum yvirlivdi, var pápi tann Avram Grant vit kenna í dag, Meir Grant. Meir flýggjaði til Ísraels tá kríggið var liðugt. Har giftist hann Alizu, sum var irakiskur jødi. Tey búsettu seg í Petach Tikva, og tað var har, núverandi Chelsea-venjarin Avram Grant var føddur 6. juni í 1955.


Hatar kulda

Meir Grant vil ikki vitja sonin í London:

- Tað er ov kalt, og kuldi er ein av teimum fáu tingunum eg ikki haldi út. Kuldin situr í sálini og í kroppinum frá tí tíðini, tá vit flýggju undan nasistunum, tá vit flýggjaðu úr Póllandi og til eina risastóra skóg í Russlandi. Har royndu vit at byggja eina smáttu í 40 kuldastigum, og stríddust fyri bara at yvirliva. Vit búðu rættiliga norðanliga, tí har var ongantíð myrkt um summarið, og ljóst um veturin. So eg klári ikki kulda!

Minnini sita føst í Meir Grant. Avram Grant er sjálvur merktur av líðingini hjá Grant-ættini:

- Tað flestu í familju mínari blivu dripin undir Holocaust hjá Hitleri. Eg skilji ikki, hvussu ein maður, sum hevur upplivað so nógvar ræðuleikar á foldum kann verða so bjartskygdur. Tá hann var 15 ára gamal hevði hann jarðað síni foreldur og síni systkin við sínum beru hondum, Hevur Avram Grant sagt í djúpari virðing fyri pápa sínum.


Mamman hataði fótbólt

Mamma Avram, Aliza Grant, vildi hava, at hann skuldi gerast sakførari, og mótsatt pápanum orkaðu hon ikki fyri fótbólti.

- Kona mín var ógvuliga snarsint, tá hon frætti, at Avram heldur vildi gerast fótbóltsyrkisleikari, enn at fara og lesa til sakførara ella lækna, soleiðis sum hon ynskti Avram skuldi gera. Tá gjørdi hon ikki mætari, enn at hon fór eftir einum knívi og kruvdi bóltin hjá honum.

Dreymurin hjá Avram at gerast yrkisleikari brast aftaná eina keðiliga ferðsluvannlukku. Men hann valdi so tíðliga at gerast fótbóltsvenjari, og væl hevur gingist. Nú stjórnar hann Chelsea.


Deildar meiningar

Tað eru deildar meiningar um Avram Grant, sum verður mettur at verða ein stillur, sterkur og treiskur venjari. Men summi meta Grant at verða eirandaleysan og kyniskan. Liverpool-leikarin Yossi Benayoun heldur nógv av Grant, og kallar hann sín lærumeistara, og heldur fast við, at uttan Grant var hann ikki komin langt á sínari leið sum yrkisleikari. Beint øvugt heldur Eyal Berkovic, at framferðarhættirnir hjá Grant ímóti leikarunum eru skelkandi og uttan nakra virðing yvirfyri leikarunum.

Nøkur fá Chelsea-viðhaldsfólk mótmæltu við rasistiskum og anti-semitiskum rakstrarrópum, tá Avram Grant setti seg í sessin hjá José Mourinho. Men eins og pápin Meir, so er Avram Grant ein yvirlivari, á stillan hátt hevur hann vunnið virðingina hjá leikarunum og viðhaldsfólkunum.