Rørðsla og heilsa í Frítíðarskúlanum

Fyri at børnini skulu læra, hvønn týdning tað hevur at eta heilsugóðan mat og at røra seg, skipaði Frítíðarskúlin í Stoffalág fyri evnisviku, har dentur var lagdur á at liva sunt

Í seinastu viku arbeiddi Frítíðarskúlin í Stoffalág 60 við evninum  rørðsla og heilsa, har dentur var lagdur á  at eta sunt og at røra seg.
 
Heilsusysturin Jóngerð Poulsen var á vitjan og greiddi børnunum frá hvønn týdning tað hevur at eta heilsugóðan mat og at at røra seg.
 
Skipað var fyri ymiskum tiltøkum ígjøgnum alla vikuna, børnini svumu, sparkaðu fótbólt í Gundadali og spældu ymisk rørðsluspøl uttandura. Tey kliptu myndir úr bløðum - ymiskt sum tey hildu hevði við rørslu og heilsu at gera og límaðu á pappír og hongdu tað upp.
 
Vikan endaði við at øll dansaðu Hip Hop í fimleikarhøllini í Eysturskúlanum har dansilærarinnan Iris frá Yndi legði børnunum lag á at dansa.
 
Endamálið við vikuni var at gera børnini tilvitaði um týdningin av at røra seg og eta sunnan mat, og var hetta ein sera væl eydnað vika.
 
Í frítíðarskúlanum ganga børn úr Sankta Frans Skúla - ein fyrsti flokkur og tveir forskúlaflokkar.