Rør sama tein sum Livar - einsamallur

Tað eru ikki einans Livar Nysted og restin av manningini umborð á Avalon, sum rógva tvørtur um Atlantshavið.

Eisini 50 ára gamli bretin, Charlie Pitcher, ætlar sær í næstum í árabát og skal rógva tvørtur um Atlantshav. Hetta ætlar hann at gera upp á minni enn 40 dagar.

Sjálvur sigur 50 ára gamli rógvarin við bretska blaðið The Sun, at hann er væl fyri.

- Eg eri kropsliga væl fyri, og eg gleði meg til at byrja ferðina, sigur Charlie Pitcher.

Tað er avísin The Sun sum stendur aftan fyri verkætlanina hjá Charlie Pitcher, har hann skal rógva frá Kanariuoyggjunum til Barbados.

Endamálið við ferðini er at savna inn eina millión fyri sjúkrahúsið Great Ormond Hosital.

Charlie Pitcher, ið er pápi at fýra børnum, kann vænta eitt sindur av hvørjum á ferðini, men tí stúrir hann als ikki fyri.

- Eg havi áður roynt at verið innistongdur í einum báti í fimm dagar í ógvusligum ódnarveðri. Eg veit væl, at hávar kunnu fara eftir smábátum, men hóast bátur mín er lítil, heldur hann ógvuliga væl, sigur Charlie Pitcher við The Sun og leggur afturat:

- Hetta er allarhelst mest framkomni árabáturin í øllum heiminum, sigur Charlie Pitcher.

Nú bíðar hann bert eftir, at veðrið verður til vildar, og so byrjar ferðin.

- Børn míni skulu kunnu siga, at tey eiga ein pápa, sum veruliga megnaði nakað stórt.