? Beinleiðis orsøkin er nýggja rutan hjá Atlantsflog, sum knýtir okkum saman, segði hann í stuttari viðmerking.
Sauro Cristofani hevur verið í Føroyum fyrr í vár, tá Atlantsflog fór undir nýggju rutuna. Hann hevur nú kombinerað hesa ferðina við eini familjuferð, og hevur hann tí konuna og børnini við.
Hann vitjar Vinnumálastýri, og tosa tey um tættari samband millum Umbria landslutin og Føroyar. Hann hevur sjálvsagt eisini havt samband við Atlantsflog.
Sauro Cristofani er ? umframt at verða regionalpolitikari ? eisini tannlækni, og hann rekur eisini eitt landsstað, ið hýsir ferðafólki.
I Tinganesi í gjár hitti hann umframt Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, eisini Jóannes Eidesgaard, løgmann.