Røntgenútgerðin á øllum trimum sjúkrahúsum í Føroyum hevur í nógv ár verið sera gomul og ótíðarhóskandi, men nú eru sjúkrahúsini bundin saman við eini framkomnari talgildari skipan.
Á móttøkuni seinasta fríggjadag varð hátíðarhildið at nýggja skipanin varð tikin í nýtslu. Bæði starvsfólk og læknar kundu fegnast um at røntgenvirksemið á føroysku sjúkrahúsunum nú er bundið saman í eina eind, og tað verður møguligt at síggja myndir á telduskíggja uttan mun til á hvørjum sjúkrahúsi, myndin er tikin.
Teir sum hildu røðu vóru yvirlæknarnir Marius Rasmussen og Jógvan Dahl Niclasen og Tummas í Garði, læknastjóri.
Fyri tey smáu sjúkrahúsini merkir nýggja skipanin millum annað, at tað verður nógv einfaldari enn frammanundan, tá ið røntgenlæknar á Landssjúkrahúsinum skulu útgreina myndir, sum eru tiknar har. Við talgildingini koma røntgenmyndirnar í framtíðini at verða goymdar sum teldufílar í staðin fyri, at filmar skula framkallast og goymast í tungum og tjúkkum sjúklingajournalum.
Hetta viðførur eina sera stóra broyting í dagliga arbeiðinum á røntgendeildunum á føroysku sjúkrahúsunum. Tá alt arbeiðið er liðugt, verða samlaðu útreiðslurnar umleið 24 mió. krónur fyri hesa verkætlanina, sum eisini umfatar útskifting av gomlum røntengentólum.
Talgilda røntgenskipanin verður eins og nýggja laboratoriiskipanin knýtt at stóru Talgildu Heilsuskipanini (THS), sum skjótt fer at verða tikin í nýtslu í øllum føroyska heilsuverkinum. Tað fer at lætta munandi um alt samskiftið við deildirnar á sjúkrahúsunum og kommunulæknar, tá ið røntgendeild og rannsóknarstova kunnu móttaka ávísingar og geva svar yvir telduskipanina.