Ránsveiða í Eystursjónum

Londini, sum umsita fiskiveiðina í Eystursjónum, eru nú samd um felags eftirlit, eftir at ein ES-kanning hevur staðfest, at umfatandi óreglusemi fer fram í hesum havøki Herfyri almannakunngjørdi ES eina frágreiðing sum sigur, at fiskivinnutjóðirnar við Eystursjógvin fiska nógv ?svart?. Tað merkir, at skip í hesum londum fiska ólógliga, og hetta gongur serliga út yvir toskin.

Sagt verður, at Póland fiskar 50% meira tosk enn kvotuna, sum landið hevur, og meirveiðan av toski hjá svenskum skipum er 21%.

Á einum fundi herfyri um eftirlit í Eystursjónum, samdust londini um felags eftirlit í hesum havøki.

Fiskiveiðieftirlitið í Svøríki hevur gjøgnumgingið 17.000 landingar úr Eystursjónum í 2005, og kanningarnar vísa, at eini 10% av svenska fiskiskipaflotanum landa stórar nøgdir av ?svartfiski?.

- Tað óhepna við ólógligu veiðini er, at hon rakar alla fiskivinnuna í Svøríki. Talan er um vantandi virðing fyri reglunum, sum eru galdandi fyri fiskiveiðina, sigur Johan L. Davidsson, sum starvast hjá svenska fiskiveiðieftirlitinum.