Íslendska løgreglan ætlaði sær at halda serliga gott eyga við teimum, sum skuldu við Norrønu úr Íslandi hesa vikuna, tí løgreglan skuldi forða fyri, at teir, sum framdu tað vápnaða ránið í Reykjavík í vikuni, skuldu sleppa av landinum tann vegin. Tað skrivar Morgunblaðið, sum endurgevur løgregluna á Egilsstøðum.
Men løgreglan slapp frá at økja vaktarhaldið á Seyðisfirði, tí vegna veður avlýsti Norrøna túrin hesa vikuna. Men sambært Morgunblaðnum fer løgreglan at økja tilbúgvingina, tá Norrøna ætlandi kemur aftur á Seyðisfjørðin í næstu viku.
Íslendsku myndugleikarnir hava eisini hert eftirlitið við teimum, sum fara av landinum við flogfari úr Keflavík og Reykjavík.










