Ránsmálið í Húsagøtu

Ein sera óvanlig og skelkandi hending fór fram mánakvøldið um 23.30 tíðina við BankNordik, tá eitt starvsfólk í Burger King varð álopið, tá hon skuldi í náttarboksina við dagsins umsetningi

Klokkan var um 23.30, tá eitt starvsfólk gek stuttu leiðina úr SMS niðan í BankNordik við dagsins umsetningi frá Burger King, Baresso og Sunset Boulevard, tilsamans einar 10.000-11.000 krónur.
Komin niðan móti BankNordik møta henni knappliga tveir maskuklæddir menn og krevja, at hon gevur teimum peningin, sum var í trimum bankalummum.
Men kvinnan setur seg upp móti teimum og berjist fyri pengunum við tí úrsliti, at tað bert eydnast teimum báðum deydningahøvds maskuklæddu monnunum at fáa tann eina av pengalummunum - tann við minst pengum í.
Ránsmenninir halda síðani til beins oman móti Tinghúsvegnum, og onkunstaðni tveita teir aðra maskuna og pengalumman, sum politiið seinni finnur.
Politiið hevur arbeitt skjótt í málinum, og longu seint seinnapartin hevði politiið tikið fýra mans, sum í gjárkvøldið vóru til grundlógaravhoyringar.
Hendan avhoyring førdi til, at ákæruvaldið mátti sleppa skuldsetingunum móti tveimum av teimum handtiknu, meðan hin triði játtaði seg sekan og varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur.
Seinni um kvøldið boðaði politiið frá, at teir høvdu handtikið ein fjórða persón, men tá var vorðið so seint, at teir valdu at fara til hús og byrja aftur við frískum sinni mikumorgunin.

Borgararnir hjálpa
Til grudlógaravhoyringina týskvøldið kravdi ákæruvaldið referatforboð, og hesum játtaði dómarin. Tí ber ikki til at endurgeva nakað av tí, sum fór fram á rættarfundinum.
Kortini hevur politiið sjálvt givið nakrar upplýsingar.
Millum annað segði John Martin Olsen, økisleiðari, við in.fo í týskvøldið, at tað vóru upplýsingar frá borgarunum, sum vóru kanska størsta orsøkin til, at tað hevði gingið so skjótt at handtaka teir tríggjar.
- Eftir at vit høvdu boða frá ráninum um døgurðatíð, var ta einu løtuna telefonstormur frá borgarum, sum høvdu hópin av upplýsingum, sigur John Martin Olsen.
Fleiri av hesum upplýsingum vóru sera hentar, og vóru ein orsøk til, at tað gekk so skjótt at handtaka hesar tríggjar.
Teir eru allir tríggir kenningar av politinum, og tað er tann fjórði tikni eisini.
Hesar fýra vikurnar, sum maðurin er varðhaldsfongslaður, skal løgreglan brúka at kanna málið nágreiniligari í friði og náðum, uttan vanda fyri at ránsmaðurin roynir at ávirka gongdina.