Úr NSÍ til B68

Gamal kenningur er aftur á Toftum, har hann nú er at rokna sum ein profilur

Jonleif Højgaard verður nú aftur at síggja reyðu troyggjuni hjá B68, eftir at hann hevur spælt við NSÍ farnu trý árini. Skjóti vongurin hevur havt trupult við at vinna fast pláss á NSÍ liðnum, men hevur í fleiri førum verið fyrsti innskiftari.

 

Les eisini: Søguligur spanióli aftur í B68

 

Skjóti vongurin er annar spælarin, sum verður kunngjørdur í B68 í dag. Hin er søguligi spaniólin, Pedro Taracon Anton, sum kemur frá ÍF. Báðir hava spælt við B68 fyrr.

 

Les eisini: B68 sett venjara

 

Um vikuskiftið bleiv Bill M. Jacobsen kunngjørdur sum nýggjur venjari hjá felagnum. Okkurt bendir á, at B68 er í holt við at styrkja seg til komandi kappingarár, eftir at felagið bleiv nummar fýra hetta kappingarárið.

 

28 ára gamli toftamaðurin hevur 212 skrásettar dystir fyri B68 og 61 mál. Sáttmálin er galdandi fyri komandi kappingarár.