Úr Noregi halda tey tað vera lufttrýst

Norska veðurstøðin seg hava funnið frágreiðing á óvanliga náttúrufyribrigdi, sum eisini sást í Vágsbotni.

Veðurstøðin í Noregi metir at eitt fall í lufttrýstinum helst er frágreiðingin fyri óvanliga náttúrufyribrigdi, sum sást kring Føroyar sunnumorgunin, tá ið fólk bóru eyga við fleiri skift millum ógvusliga flóð og fjøru. Sama fyribrigdi sást í Noregi leygardagin.

- Tað kann skiljast sum, at lufttrýstið hevur givið havinum ein dyggan undir vangan, sigur fakligi leiðarin á veðurstøðini, Øyvind Breivik við norska kringvarpið, NRK.


Lesið eisini: Video: Vatnflóð í Vágsbotni

Hann metir, at úr Stavanger og heilt norður til Kristiansund, kundu fólk bera eyga við skifti á flóð og fjøru upp í 20 sentimetrar – og í støðum við einum máti á 2-3 metrar.

- Vit meta tað verða eitt veðurlagsfyribrigdi, og ikki hava nakað við jarðskjálvta at gera, men heldur eitt knapt fall í trýstinum í Norðsjónum, sigur Øyvind Breivik.

Veðurstøðin hevur sett tað í samband við nógvu snarljósini, sum gingu seinnapartin leygardag, ið síðani førdi við sær stórt fall í trýstinum.

- Tað hevur síðani skapt órógv í havfløtuni, eins og eitt stórt slag varð gjørt á sjógvin, og so er ein alda send inn í móti landi, sigur hann.