"Sleipner" sigldi á eitt sker við vitan á Ryvarden. Tíggju fólk sjólótust.
Ríkiaadvokaturin hevur stevnt reiðarínum og skiparanum, men nú krevur verjin hjá skiparanum, at málið verður kannað av nýggjum. Sakførarin vísir á eina kanning hjá einum verkfrøðingi, sum vil vera við, at ferjan hevði eitt brek, sum kann hava verið orsøk til vanlukkuna.
Verkfrøðingurin heldur, at brekið kann hava verið orsøkin til, at ferjan fór av kós, beint áðrenn hon rendi á skerið.