Úr Norðurlondum: Fiskatorgið undir tak

Tað kenda og søguliga fiskatorgið í Bergen er nú komið undir tak

Í gjár flutti fiskatorgið inn í eitt 57 metrar langt tjald, har bergensbúgvar og ferðafólk nú kunnu keypa fisk, frukt og grønmeti. Har skulu torghandlarnir verða næstu tveir mánaðarnar, so tey keypandi og handilsfólkini kunnu fáa skjól fyri veðri og vindi. Málið er sjálvandi at fáa fleiri fólk at keypa á torginum.
Dagligi leiðarin í Torget Bergen, Arild Helland, sigur, at tjaldið er ein roynd at vita, hvat fólk í Bergen halda um tiltakið. Hann heldur, at riggar tiltakið ikki, noyðast fólk í Bergen eins og fólk aðrastaðni at ásanna, at tíðin er farin frá handilstorgum av tí gamla slagnum.
- Handilsfólkini standa ikki her, tí tað er ein gamal siður, men tí tey fegin vilja vinna pengar, sigur Arild Helland.