Úr Norðurlondum: Danska passið ikki nóg mikið

    

Avgerðin hjá amerikansku myndugleikunum at krevja betri eftirlit við útlendingum, sum koma til USA, hevur m. a. við sær, at amerikanararnir nú herða krøvini til ferðafólk úr 29 londum.
Talan er um lond, haðani ferðafólk ikki nýtast innferðarloyvi, og Danmark er eitt av hesum londunum.
Sambært amerikanska kravinum er tað ikki longur nóg mikið við tí vanliga passinum. Myndin kann vera góð, men sum skilst ætla amerikanararnir at krevja, at onnur likamlig prógv skulu vera í passinum. Tosað verður um t. d. fingramerki, eygnamynd, arr ella onnur eyðkenni á andlitinum o.s.v.
Amerikansku myndugleikarnir siga, at við upplýsingum sum hesum verður tað munandi lættari at staðfesta, um tann ferðandi er tann, hann ella hon sigur seg vera.
Donsku myndugleikarnir hava fingið boð um tey ætlaðu amerikansku stigini, men enn er ikki avgjørt, hvat skal henda. Sagt verður, at eingin avgerð verður tikin, fyrr enn endalig boð koma úr USA.