Ræning: Her er eingin ræðsla

Vanligt er at fara í bakka og berg eftir nátaeggum um 20. mai, og í morgun ætlaðu sandoyingar sær eftir eggum.

 

At taka nátaegg hevur verið ein partur av mentanini og siðaarvinum á fuglaplássum gjøgnum mong ár. Men, sum so mangt annað í nútímans samfelagnum, eru ivaleyst fá pláss eftir, har tøka av eggum enn er ein partur av árstíðini.

Bæði í Skúvoy og Sandoy hava teir søkt bjørgini eftir nátaeggum í døgunum rundan um 20. mai. Onkur ár eru dottin burtur ímillum, har eingin tøka hevur verið, men aftur í gjár riggaðu fólk á Sandi seg til ein slíkan túr.

Ætlanin var nevniliga at fara í bakkan vestan fyri fyrrapartin í dag eftir nátaeggum. Tað er ikki nakað stórt tal av eggum, sum verður tikið á slíkum veiðiferðum um hesar leiðir, kanska eini 200-300 í tali, um dagurin eydnaðist.

Sagt plagar at vera um sjófugl, at hann verpur aftur, um fyrsta eggið verður tikið. Tískil er hetta ikki ein veiða, sum gongur út yvir fuglastovnin. Heldur er hetta ein gyltur møguleiki at lívga um gamla mentan, sum er við at fara í søguna.

Eins og annar sjófuglur, hevur eisini nátin verið í minking seinnu árini, men í fjør heyst segði Jens-Kjeld Jensen, fuglakennari í Nólsoy, at nátastovnurin eftir øllum at døma hevur lagt seg í eina trygga - um enn lægri - legu enn áður.

##med2##

Tá sandoyingar soleiðis fara í bakkan eftir nátaeggum, er hetta ikki eitt ítriv, sum bara hoyrir monnunum til. Her eru ofta gentur við eisini og soleiðis, sum viðheftu myndir vísa, er genturnar minst líka so djarvar sum menninir.

Myndirnar eru tiknar á einum túri eftir nátaeggum vestan fyri á Sandoynni nøkur ár herfyri. Er veðrið gott, sum tað var hendan dagin, kann hetta gerast ein sera hugnaligur túrur, sum seint verður gloymdur.

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##