Rúni Weihe til ÍF

ÍF-flogbóltur fær munandi styrk, nú Rúni Weihe kemur aftur til Fuglafjarðar

Flogbóltur

 

Hetta boðar ÍF frá á heimasíðu felagsins. Rúni Weihe hevur seinastu fýra árini verið ein av profilunum hjá norska BK Tromsø, men skiftir nú tilveruna í tí norska út við flogbólt í Fuglafirði. Har hevur Rúni Weihe spælt áður, tá hann í 2002-2003 var við at við greipuna við ÍF. ÍF vónar við hesum, at tey fara at megna at endurtaka bragdið.