Rúni Weihe givin

– Hugurin er ikki til at spæla flogbólt júst nú, so tað, sum eg nú spæli, er bara motiónsstigi, sigur ársins spælari síðsta kappingarár, Rúni Weihe, sum hevur vant og spælt við ÍF til fyri einari viku síðani

FLOGBÓLTUR

Tá eitt kappingarár fer í gongd, verður ofta hugt at, hvussu tey bestu frá síðsta kappingarárinum standa seg. Men tey, ið ætlaðu at viga Rúna Weihe á tí vektini í bestu mansdeildini í flogbólti, mugu hyggja til fánýtis, tí hann hevur tikið avgerð um at gevast við flogbólti á hægsta stigi.
– Eg havi vant við, meðan liðið hjá ÍF hevur fyrireikað seg til kappingina, og eg var eisini við til Fleyrkappingina fyri einari viku síðani. Men mánadagin boðaði eg venjaranum frá, at hugurin ikki er til staðar, og tí helt eg tað vera best at gevast, sigur Rúni Weihe.
– Tá eg havi tað soleiðis, at hugurin ikki er har, er líka frægt at lata vera, tí eg havi altíð sjálvur vant og spælt av hugi, eins og eg havi væntað tað sama av teimum, eg havi spælt saman við. Men tá eg ikki sjálvur kann liva upp til tað, havi eg valt at givist.
Rúni sigur, at hann kortini fer at halda seg í gongd við eitt sindur av flogbóltsvenjing, men at tað bara verður á motiónsstigi. Dystir fer hann ikki at spæla, sum tað sær út nú.
– Eg havi kent tað meira sum eina skyldu at vant, og tað er ikki nøktandi. Nú havi eg so tikið avgerðina og havi boðað frá henni, tí her og nú er hugurin bara ikki har. Hinvegin eri eg ov ungur til at gevast, so eg veit ikki, hvat tað kann blíva til seinni. Men júst nú er tað ikki aktuelt fyri meg at spæla við besta mansliðnum hjá ÍF, sigur Rúni Weihe, sum er 29 ára gamal.
Eisini hjá ársins spælara hjá kvinnum, Birgit Guttesen, er talan um broyttar umstøður, nú eitt nýggjur flogbóltsvetur er farin í gongd. Hon er tó ikki givin, men er flutt til Mjølnir frá SÍ, sum hon annars hevur spælt við øll tey undanfarnu árini.