? Eg havi vant við, meðan liðið hjá ÍF hevur fyrireikað seg til kappingina, og eg var eisini við til Fleyrkappingina fyri einari viku síðani. Men mánadagin boðaði eg venjaranum frá, at hugurin ikki er til staðar, og tí helt eg tað vera best at gevast, sigur Rúni Weihe við Sosialin.
Rúni sigur, at hann kortini fer at halda seg í gongd við eitt sindur av flogbóltsvenjing, men at tað bara verður á motiónsstigi. Dystir fer hann ikki at spæla, sum tað sær út nú.